Næmingarnir í 8. flokki í Tofta skúla arbeiða í løtuni við verkætlan. Í hesum sambandi vóru fleiri og vitjaðu borgarstjóran.
Næmingarnir tóktust sera áhugaðir og settu fleiri viðkomandi spurningar.
Hvat er ein verkætlan?
Skúlablaðið skrivar m. a.:
Í framhaldsdeildini skulu næmingar í 9. og 10. flokki gera eina verkætlan, og skoðsmálið, næmingurin fær, kemur í endaliga prógvið. Einki er at ivast í, at hugsanin um kravt verkætlanararbeiði í framhaldsdeildini er sprottin úr ynskinum um fjølbroytni í arbeiðshættum og um sjálvstøðug næmingaavrik at viga upp ímóti vanligu lærarastýrdu undirvísingini.
Kunngerðin fyri verkætlanararbeiðið kom í gildi 22. november 2000. Har stendur millum annað, at á 9. og 10. floksstigi gera næmingarnir einsæris ella í bólki eina kravda verkætlanaruppgávu, ið skal vera partur av undirvísingini á hesum floksstigum, og at arbeiðið at gera verkætlanaruppgávuna skal menna verkætlanarliga arbeiðsháttin og geva næminginum høvi til at fáa eina fjølbroytta meting av arbeiði sínum við einum tvørgreinaligum evni við einum ella fleiri spurdómum.
Viðvíkjandi fyrireiking og fremjing verður millum annað sagt, at undir ábyrgd skúlaleiðarans og samskipan flokslærarans skulu lærarar floksins í samstarvi við næmingarnar velja eitt høvuðsevni, ið skal vera so rúmt orðað, at til ber at lýsa tað úr ymiskum fakligum sjónarhornum. Høvuðsevnið skal vera soleiðis háttað, at tað ber til at orða partsevni, sum skulu fata um evni og háttaløg og harumframt arbeiðshættir og málbúnar úr ymiskum lærugreinum, so at allir næmingar kunnu fáa sínar avbjóðingar. Áðrenn farið verður undir verkætlanina, skulu næmingarnir hava nágreiniliga kunning um endamál, bygnað, krøv o.a. í eini verkætlanaruppgávu. Somuleiðis skulu teir verða kunnaðir um, hvat dentur verður lagdur á í uppgávudømingini.
Lærarar floksins skulu undir allari tilgongdini vera tøkir at vegleiða næmingunum við uppgávuni. Vegleiðing læraranna skal geva tí einstaka næminginum møguleika at taka støði í egnum fortreytum og áhuga, tá ið arbeitt verður við verkætlanaruppgávuni. Verkætlanaruppgávan skal enda í einum ítøkiligum avriki, har næmingarnir velja málbúna og framsetingarhættir í teimum karmum, sum verkætlanaruppgávan verður mett við skrivligari frágreiðing, og harumframt kann hon verða talmett, um næmingurin ynskir tað.