Onnur tíðindi

Næmingakonsertirnar hjá Nes Sóknar Musikskúla

TÝSKVØLDIÐ 6. DES KLOKKAN 19:00 Í LØKSHØLL. Løkshøll er øgiliga nógv upptikin í desembur mánaði, og tí verður bara henda eina konsertin har – hinar báðar verða uppi á Røktar- og Ellisheiminum. Næmingarnir, ið koma at spæla í Løkshøll, eru klarinettnæmingar, floytunæmingar, onkrir klavernæmingar og helst eisini onkrir samanspælsbólkar. Musikkskúlakonsertin í Løkshøll er ókeypis.

MIKUKVØLDIÐ 7. DES KLOKKAN 19:00 Í CATETERIA Á ELLIS-OG RØKTARHEIMINUM

Hetta kvøldið verður hornblástur at hoyra. Ken Jones, lærarin í messingljóðførum, kemur við Nes Sóknar Hornorkestri og nøkrum hornblástrarnæmingum. Henda konsertin er eisini ókeypis.

MÁNAKVØLDIÐ 12. DES KLOKKAN 19:00 Í CAFETERIA Á ELLIS- OG RØKTARHEIMINUM

Ein hugnalig løta við strúkaratónleiki. Fólk fáa høvi at hoyra cello og violin – bæði samanspæl og einstaklinga framførslur. Klaverlærarin, Anki, fer at hava klaverfylgispælið.Henda triðja konsertin hjá Nes Sóknar Musikkskúla er ókeypis eins og hinar báðar.