Mánakvøldið 29. mai og týskvøldið 30. mai fara nógvu av næmingunum í Nes Sóknar Musikkskúla at vísa, hvat teir hava fingið burtur úr undirvísingini hjá sínum lærarum í hesum musikkskúlaárinum. Á skránni eru bæði einstaklinga framførslur og orkestursamanspæl.
Konsertirnar verða í Løkshøll báðar dagarnar. Mánakvøldið 29. mai byrjar konsertin klokkan 19:30. Týskvøldið eru í veruleikanum tvær konsertir, har onnur byrjar klokkan 17:00 og hin klokkan 19:00.
Øll eru hjartaliga vælkomin at lurta eftir framførslunum. Einki atgongugjald verður tikið.