Á bygdaráðsfundi tann 2. mai samtykti bygdaráðið at taka av tilboði frá Byggivirkinum KBH um at umbyggja í 1981-bygninginum í Tofta skúla soleiðis, at Musikkskúlin fær eina nýggja tónleikastovu – ella fýra nýggj venjingarrúm, sum eisini kunnu brúkast í einum til felags venjingar. Í samband við umbyggingina verða eisini aðrar tillagingar gjørdar, eitt nú við nýggjari brandtrappu.
Fyrrapartin varð sáttmáli undirskrivaður. Vegna Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri. Vegna KBH undirskrivaði Helgi Johannesen, stjóri.
Teknistovan í Gøtu hevur teknisku umsitingina av málinum, meðan Steingrund Akustik hevur ráðgivið um ljóðviðurskiftini.
Nes Sóknar Musikkskúli er ein musikkskúli, sum Runavíkar Kommuna og Nes Kommuna eru saman um.
Leiðarin í Nes Sóknar Musikkskúla er Tóri Restorff Jacobsen.
Fíggjarliga verður musikkskúlin skipaður á tann hátt, at land og kommunur gjalda hvør sína helvt av kostnaðinum. Í okkara føri eru tvær kommunur um musikkskúlan, og tær bera hvør sín part av kommunalu útreiðslunum – eftir nærri avtalum og ásetingum.