Onnur tíðindi

Musikkskúlin í Tofta skúla fær betri umstøður

 

Á bygdaráðsfundi tann 2. mai samtykti bygdaráðið at taka av tilboði frá Byggivirkinum KBH um at umbyggja í 1981-bygninginum í Tofta skúla soleiðis, at Musikkskúlin fær eina nýggja tónleikastovu – ella fýra  nýggj venjingarrúm, sum eisini kunnu brúkast í einum til felags venjingar.  Í samband við umbyggingina verða eisini aðrar tillagingar gjørdar, eitt nú við nýggjari brandtrappu.

Fyrrapartin varð sáttmáli undirskrivaður. Vegna Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri. Vegna KBH undirskrivaði Helgi Johannesen, stjóri.

Teknistovan í Gøtu hevur teknisku umsitingina av málinum, meðan Steingrund Akustik hevur ráðgivið um ljóðviðurskiftini.

Nes Sóknar Musikkskúli er ein musikkskúli, sum Runavíkar Kommuna og Nes Kommuna eru saman um.

Leiðarin í Nes Sóknar Musikkskúla er Tóri Restorff Jacobsen.

Fíggjarliga verður musikkskúlin skipaður á tann hátt, at land og kommunur gjalda hvør sína helvt av kostnaðinum. Í okkara føri eru tvær kommunur um musikkskúlan, og tær bera hvør sín part av kommunalu útreiðslunum – eftir nærri avtalum og ásetingum.