Onnur tíðindi

Móttøka í nýggju vøggustovuni

Nýggja vøggustovan á Svangaskarði, sum Nes kommunu hevur latið byggja í kjallarahæddini í barnagarðinum, er tikin í nýtslu hesa vikuna.

Í hesum sambandi eru øll hjartaliga vælkomin at vitja vøggustovuna fríggjadagin, 19. august, frá kl. 16.00 til kl. 18.00. Borgarstjórin, forkvinnan í trivnarnevndini og leiðarin í vøggustovuni fara at siga nøkur orð, og bjóðað verður til kaffi og lagkaku.

Tað er Teknistovan í Gøtu, sum hevur teknað og havt eftirlit við arbeiðnum. Byggivirkið KBH av Toftum hevur verið høvuðsarbeiðstakari.