Onnur tíðindi

Móttøka fyri Atlantic á Toftum í morgin

Mánadagin, 2. des.  kemur nýtt línuskip til landið.

Talan er um línuskipið Atlantic úr Ålesund, sum P/F Eysturoy á Toftum hevur keypt.

Línuskipið Atlantic er bygt í 1998 og er eitt væl útgjørt frystilínuskip, sum er 44.9 metrar langt, 10,5 metrar breitt og lastar 320 tons. Høvuðsmotorurin og ljósmotorarnir eru Caterpillar og vórðu settir í skipið í mai 2018. Frystiútgerðin er frá 2012. Skipið kann frysta umleið 24 tons um samdøgrið. Skipið kann bæði frysta heilan fisk og skera fiskin til flak. Við skipinum verða 16 mans við.

Síðsta túrin Atlantic var til fiskiskap undir norskum flaggi, royndu teir í russiskum sjógvi. Teir landaðu 320 tons av frystum fiski hósdagin í Ålesund. Tá liðugt var at landa, varð ymiskt viðlíkahald gjørt umborð og leygardagin setti skipið so kós móti Føroyum.

Skipið verður væntandi á Toftum mánadagin 2. des kl 13:00, har móttøka verður fyri nýggja skipinum.

Atlantic kemur inn í flotan í staðin fyri Sigmund.