Sum partur av Várdøgunum hjá Nes Kommunu, verður morguncafé í Tabor
hósmorgunin 29. apríl kl.10.00 – 12.00
Tá kemur Finn Hansen, skipari, at greiða frá við orðum, myndum og video, tá teir við oljutangaskipinum Robert Mærsk í 2014 og í 2015, tóku 928 flóttarfólk upp av fimm bátum í Miðalhavinum.
Á skránni verður eisini morgundrekka, sangur og andakt.
Øll eru vælkomin!