Onnur tíðindi

Missiónsarbeiði á Toftum 100 ár

Fyrsti spírin til missiónsarbeiðið á Toftum byrjaði, tá nakrar ungar kvinnur, eftir innbjóðing frá Ingu Højgaard, inni á Regni, á Toftum, komu saman í hennara barnaheimi at syngja saman, lesa Guds orð og at biðja.

Í byrjanini komu kvinnurnar saman hvønn sunnudag til møti. Tær komu eisini saman okkurt gerandiskvøld til handarbeiði. Tey fyrstu møtini vóru inni á Regni í umleið eitt ár. Síðani vóru møtini hildin í skúlanum í umleið tvey ár. Tá Inga Højgaard seinni fór til Danmarkar, varð tað Sigrid Johannesen, í Tøvuni, á Toftum, sum tók við ábyrgdini, og tá fluttu møtini inn til Juliu inni í Brekkum.

Inni í Brekkum vóru tey í umleið 4 ár, tá tey vóru so nógv, ið samlaðust, at húsini vóru ov lítil. Síðani varð farið aftur í skúlan. Møtini hildu fram í skúlanum, og sum árini gingu vóru tað fleiri og fleiri, sum komu til møtini. Tað gjørdist tí greitt fyri teimum, at neyðugt varð at byggja meinigheitini eitt missiónshús á Toftum.

Bróðir Sigrid, Hans Michael Johannesen, kallaði saman til fundar 30. nov. 1934 at røða um at fara undir at byggja missiónshús. Møtt vóru 20 fólk, og tey samdust um at fara undir fyrireikingar at byggja missiónshús á Toftum. Ætlanin varð løgd fram fyri Gud í bøn um hansara signing yvir arbeiðið.

Tíðirnar í 1930 – árunum vóru ógvuliga tungar peningaliga, men í trúgv og áliti á, at hetta var Guds vilji, varð í 1937 farið undir at byggja missiónshúsið. Arbeiðið gekk gott, og 13. febr. 1939 varð missiónshúsið Tabor vígt av Bull Nielsen presti á Nesi.

Sum árini gingu, mentist missiónsarbeiðið alsamt. Fleiri greinar tóku seg upp, so at hølisviðurskiftini gjørdust ov tronglig. Farið varð tí undir at byggja nýtt missiónshús í 1991. Nýggja missiónshúsið, ið stendur á sama grundøki, sum tað gamla, varð vígt 13. febr. 1994.

Á móttøkuni leygardagin 22. apríl 2017, verður m.a. høvi til at síggja eina spennandi framsýning av eldri og nýggjari myndum, sum lýsa missiónsarbeiðið á Toftum gjøgnum tíðina. Somuleiðis verður høvi til at hoyra frágreiðing frá arbeiðinum og at hoyra góðan sang frá Tofta streingjakóri og Tabor–kórinum. Eisini verður góður møguleiki at heilsa upp á ung sum eldri aftur við einum góðum drekkamunni.

Øll eru hjartaliga vælkomin til móttøkuna.

Stýrið fyri missiónshúsið Tabor á Toftum