Onnur tíðindi

Minnist til kommunuvalið í morgin – Áheitan: velji tíðliga á degnum um tað ber til

Í morgin, 10. november, er kommunuval. Fimleikarhøllin í Tofta skúla, sum er valhølið í Nes kommunu, letur upp kl. 10.00 og letur aftur kl. 20.00, ella so leingi fólk koma at velja.

Umframt kommunuval, er eisini val til eldraráð  og skúlastýrisval. Veljarar hava ikki valkort til  eldraráðsvalið ogg skúlastýrisvalið, men atkvøðuseðlar verða útflýggjaðir í valhølinum.

Inngongd er í norðara enda av fimleikarhøllini. Serlig atlit verða tikin í samband við koronasmittuna, og heitt verður á veljarar um at halda koronaásetingirnar.

Tað vil í høvuðsheitum siga, at vit:

  • spritta og gníggja hendurnar væl, tá vit møta á valstaðnum
  • halda frástøðu í bíðirøðini
  • steðga ikki á at práta, men finna leiðina beinleiðis út úr valstaðnum eftir atkvøðugreiðsluna

Hvør veljari fær útflýggjaðan ein penn, sum hann avleveraður aftur tá atkvøðuseðilin verður latin í atkvøðukassan.

Teir 3 atkvøðuklivarnir verða somuleiðis javnan sprittaðir, og skermar eru á valborðinum millum veljarar og hjálparfólkini.

Greiðar vegleiðingar/leiðbeiningar verða á valstaðnum.

Vanliga velja flest fólk eftir arbeiðstíð. Heitt verður tí á øll, sum kunnu velja áðrenn, um at velja tíðliga, so sleppast kann undan longum bíðirøðum.

Nes kommuna