Onnur tíðindi

Minnispláta avdúkast í Saltnesi mánakvøldið

Mánakvøldið, 13. august kl. 18.00, verður ein minnispláta avdúka í Skúla í Saltnesi. Umframt at minnisplátan verður avdúka, verða talur, felagssangur og drekkamunnur á skánni. Øll eru vælkomin.

Minnisplátan, sum verður sett á suðurendan á húsini í Skúla, er til minnis um fyrsta fólkaskúlan á Skálafjørðinum, sum bleiv vígdur 7. januar 1845, og um hjúnini Súsonnu og Johannes (Jóannes í Skúla), sum vóru tey fyrstu hjúnini í búðu har.