Onnur tíðindi

Minnispláta avdúka

Mánakvøldið var minnispláta avdúku í Skúla í Saltnesi. Minnisplátan, sum er um fyrstu fólkini í Skúla og um fyrsta skúlan á Skálafjørðinum, er fest á suðurendan á Skúlahúsinum.

Hóast tað bleiv oysandi regn, tað løtuna minnisplátan bleiv avdúka, vóru gott 100 fólk møtt til avdúkingina.  Petur Olaf Reinert Petersen bjóðaði vælkomin, borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, helt talu og Manne Næs avdúkaði minnisplátuna.

Eisini blivu 3 sangir sungnir. Fyrst ein sum Petur Olaf hevur yrkt um Saltnesbygd, og síðani Tìðin rennur sum streymur í á og Hvørjum man tykjast vakurt hjá tær eftir Fríðrik Petersen. Aftaná bjóðu húsfókini í Skúla ein drekkamunn.

Niðanfyri er talan hjá borgarstjóranum endurgivin:

Tíðin rennur sum streymur í á,

títt munnu bylgjurnar falla;

lítlum báti rekist eg á,

áraleysur at kalla.

Hesar linjur, fyrsta ørindi í okkara mest sungna nýggjárssálmi, eru ofta endurtiknar í talum og øðrum framløgum, og eg helt, tað verða hóskandi at byrja við teimum, nú vit standa í túninum, har skaldið vaks upp.

Góðan dag øll somul. Takk fyri áheitanina frá fyrireikarunum av hesum góða tiltaki, at siga nøkur orð her í dag. Ein av fyrireikarunum, og ein av fyrrverandi eigarunum av hesum húsi, sum eisini er uppvaksin her, Petur Olaf Reinert Petersen, spurdi, um borgarstjórin í Nes kommunu ikki kundi siga nøkur orð í sambandi við hetta forkunnaga tiltak.

Tá ættin í Skúla var samlað fyri 6 árum síðani, hevði ein eftirkomari eftir hvørt av børnunum hjá Johannes og Súsannu orðið, og greiddi tey so sera væl og áhugavert frá ættum teirra. Spurdi Petur Olaf, um ikki tað var meira upplagt, at onkur at teimum, hevði orðið í samband við hetta tiltak. Tú er eisini ættaður hiðani, var Petur Olaf skjótur at siga. So var tað avgjørt.

Og rætt er. Johannes og Súsanna í Skúla vóru oldurabbi og olduromma mín. Yngsta barnið hjá teimum, nr. 12 í røðini, sum Súsanna fekk tá hon var 49 ár, var Langomma mín, Nicolina. Nevnast kann at Johannes tá var 63 ár. Nicolina giftist Jákupi bónda í Lamba. Tey fingu 7 børn. Eitt teirra var abbi mín Johannes Lamhauge (vanliga nevndur Hannebeiggi). Eg fekk eisini navnið Jóhannes, soleiðis sum nógvir aðrir av eftirkomarunum eftir Johannes og Súsannu eru blivnir uppkallaðir í einum ella øðrum formi.

Rætt skal verða rætt, hin abbi mín kallaðist eisini Johannes. So tað var ikki so torført at velja navn til mín.

Langomma, var sum nevnt yngst, og hon var uppkallað eftir systur síni, sum eisini kallaðist Nicolina, hon var nr. 11 í røðini. Hon bleiv bara gott 3 ár. Hon var kryplingur. Í samband við at læknin hevði verið hjá henni, skal hann hava sagt hesi orð “Det som Gud har sammenbøjet, kan mennesket ikke rette ud”. Langaomma var fødd 7 mðr. eftir at fyrra Nicolina doyði.

Søgan um húsini her í Skúla í Saltnesi, sum eisini er viðkomandi partur av føroyskari skúlasøgu, er væl dokumentarað, m.a. í bókini um ættina í Skúla í Saltnesi, sum kom út í sambandi við ættarstevnuna í 2012, og bygdasøguna Nes, Toftir og Saltnes, sum Nes kommuna gav út í fjør í 2 bindum. 3 bindið av bygdasøguni, sum er eitt ættarbind, er liðugt og kemur út 22. august, tað er mikudagin í næstu viku. Framløga verður í Tofta skúla. Í 3 bindinum er skúlin í Saltnesi og tað fólk sum er her frá, sjálvandi eisini við. Í teimum báðum fyrru bindunum eru bygdirnar Nes og Toftir avmyndaðar. Í triðja bindinum er kápumyndin av túninum omanfyri Skúlahúsini.

Johannes, sum er føddur í 1812 kom sum kunnugt úr Klaksvík, ella norðuri úr Vági, sum tað kallaðist tá. Tá á døgum var eingin skipaður skúli. Fyrsti barnaskúlin kom í Klaksvík 1832. Pápabeiggi Johannes, Johan í Antinishúsi var fyrsti lærari har norðuri. Tað vóru prestarnir sum gingu undan at fáa skúlagongd skipaða í Føroyum. Í 2 vetrar var Johannes norðuri hjá Viðareiðisprestinum og fyrireikaði seg til at fara á læraraskúla í Danmark saman við syskinnabarni sínum, Líggjasi. Tað var eitt stórt stig at taka, at fara til Danmarkar í skúla, ikki minst fíggjarliga. Viðareiðisprestur sendi umsókn til Fríðrik kong tann sætta, um at fáa frípláss. Tað vildi so illa til, at Líggjas gjørdist sjúkur og doyði. Men prestur vildi hava at Johannes skuldi fara á skúla. Í 1837 fekk Johannes tilsøgn um frían skúla á Jonstrup Skolelærer- Seminar í 3 ár, umframt uppihald, ferðing og klæðir. Treytin var, at Johannes eftir lokna útbúgving skuldi verða lærari í Føroyum.

Á vári 1840 fær Johannes Petersen, sum fyrsti føroyingur, prógv sum lærari. Hann kom heimaftur sama ár, soleiðis sum avtala áðrenn hann fór niður.

Tá Johannes kemur heimaftur, biðjur Garde próstur á Nesi, Johannes koma út á Nes at vera húslærara hjá próstabørnunum, og sama heysti var hann settur lærari fyri allan Skálafjørðin. Skúlin byrjaði 26. Oktober 1840.

Nú var tíðin komin til at byggja skúla á Skálafjørðinum. Skúlanevndirnar í Nes sókn og Sjóvar sókn vóru samdar um at byggja skúlan í Saltnesi, tí har var Skálafjørðurin smalastur. Ætlanin var at børnini av Strondum skuldi siglast í millum, men henda skipan datt skjótt niðurfyri.

Skúlin í Saltnesi bleiv vígdur 7. Januar 1845, sama ár, sum fyrsta niðursetufólk í Saltnesi, Olgar, var og vitjaði kong í samband við hansara festiviðurskiftir á Gráasteini. Saltnes er niðursetubygd frá 1837 og fyrstu húsini vóru Gráasteinhúsini, og næstu húsini vóru húsini her í Skúla, sum komu 7 ár seinni.

Lagaliga løtan at byggja skúlan kom, tá gamla trækirkjan á Nesi bleiv tikin niður í 1843. Gamla kirkjan var bygd í 1761. Tað mesta av tilfarinum frá gomlu kirkjuni var ført inn í Saltnes, stórviður, sperrur, vindeygu og klædningur. Nú komi eg nakað í húsini í Skúla at vitja Siri, Rógva og synirnar, sum nú búgva í  húsinum. Og eg gleðist og undrist um árstalið 1761, sum er telgt inn í loftsbjálkan í køkinum.  Húsini, skúli og lærarahús, vóru almenn ogn. Til skúlan varð innløgd ein trøð, umleið tvey vetrarkúfóður til støddar.

Í 1854 vórðu allir bygdarskúlar niðurlagdir, eisini skúlin í Saltnesi. Johannes var tá settur sum fyrsti lærari, so tað bar ikki til at seta hann frá. Hann kundi tí velja at fara frá við eftirløn ella at eiga skúlan. Hann valdi skúlan.

Johannes var tá giftur við Súsonnu Olesdatter, sum var ættað uttan úr Forna á Nesi. Johannes var 14 ár eldri enn Súsanna, sum var fyrrverandi næmingur hjá Johannes. Tey giftust í 1848 og tá skúlin bleiv niðurlagdur í 1854 áttu tey 3 smádreingir.

Tá kongiligi einahandilin varð avtikin í 1856, fekk Johannes sær handilsloyvi og gjørdi skúlastovuna til handil. Hann handlaði við saltfiski og klippfiski, sum hann breiddi út til turkingar í fjørðini her niðanfyri húsini.

Hóast skúlahúsini eftir tátíðarmáti vóru stór, so hevur onkuntíð verið trongligt. Johannes og Súsanna høvdu 11 børn, foreldrini hjá Johannes búðu seinastu árini her, umframt arbeiðskona og ein gomul kona av Hellunum. Tvs., her vóru eitt skifti 17 fólk í húsi. Pápi Johannes kallaðis Pætur, og hann gjørdist 91 ár. Hann er millum elstu fólk sum hevur búð í Skúla. Yngsta fólk sum býr í Skúla í dag, kallaðast eisini Pætur.

Hóast eingin skúli var í 15 ár, lærdi Jóannes síni egnu børn.

Soleiðis kom ábyrgdin aftur á heimini at læra børnini at lesa og skriva. Ein stuttlig søga er frá eini konfirmatión á Nesi í 1867, tá m.a. Fríðrik Petersen, sonur Johannes lærara, seinni próstur og skald, bleiv konfirmeraður. Hann hevði tá gingið 2 ár í realskúla í Havn. Tá vórðu konfirmantarnir stillaðir á rað eftir, hvussu teir dugdu, og sjálvandi væntaðu tey flestu at Fríðrikur fór at standa fremstur. Men nú konfirmantarnir stilla upp, stendur Fríðrikur nr. tvey. Tá skuldi eina toftakona siga; “ Lítið er vert at lata børnini til Havnar at ganga í skúla, tá ið Jóhan Elias stóð fremstur, ið ongan skúla hevði gingið” Tað skal sigast, at hesin Jóhan Elias ikki var hvør sum helst, hann var abbasonur Jóhan í Antinishúsi, sum var lærari á fyrsta barnaskúlanum í Klaksvík, sum eg nevndi í byrjanini.

Tað vóru prestarnir í gingu undan fyri at fáa skúlar settar á stovn í Føroyum, og tað vóru aftur prestarnir, sum gingu undan at fáa bygdarskúlarnar endurstovnaðar, og tað er einki at yvast í, at bygdirnar her í staðnum fingu ágóðan av, at próstagarðurin var á Nesi. V.U. Hammershaimb var blivin próstur í Føroyum í 1866 og í 1870 heitti hann á Johannes Petersen um at byrja skúlan aftur í Saltnesi, og síðani hevur skúli verið í kommununi.

Johannes hevði mong álittisstøv tey 60 árini hann búðu her í kommununi. Hann var deknur í Nes kirkju í samfull 50 ár. Løgtingsmaður fyri Eysturoynna uttan slit í 38 ár og 2 ár landstingsmaður. Johannes var heiðraður við dannebrogsmerkinum.

Súsanna, konan og stjórin í húsarhaldinum fekk ikki nakað dannebrogsmerki, men tað er einki at yvast í, at uttan hana, so hevði Johannes ikki kunna verið so virkin á nógvum mótum, eisini tá hugsa verður um stóra húsarhaldið við nógvu børnunum.

Johannes var einsamallur lærari til 1888, tá ein lærari var settur afturat. Tað var dótturin, Jóhanna Petersen, sum sama ár hevði tikið læraraprógv. Hon var í tí fyrsta flokkinum, har kvinnur fingu loyvi til at ganga í læraraskúla í Føroyum. Johannes var loystur úr starvi í 1894, knapt 82 ára gamal.

Havi hug at steðga eitt sindur við Jóhannu lærarinnuna. Longu sum 17 ára gomul gjørdi hon av, at hon vildi verða lærari. Gjøgnum pápa sín hevði hon fingið tokka til skúlaarbeiði og skilti, hvussu stóran týdning, ið skúlin hevði fyri børnini og fólkið  sum heild. Meðan Jóhanna var lærari vaks barnatalið nógv, og eitt skifti, áðrenn systursonurin Hans Jacob Højgaard var settur sum annar lærari, undirvísti hon gott 100 børnum einsamøll á Toftum.

Skúlin var hennara lív og var ærislimur í Føroya lærarafelag. Umframt at verða lærari í samfull 45 ár, var hon í meinigheitsráðnum og gjørdi eitt stórt arbeiði innan fráhaldsarbeiði og Bláa kross. Fyri trúgva tænastu fekk Jóhanna tænastumedalju úr silvuri frá kongi.

Í 1895 helt skúli uppat at verða her í Saltnesi. Tá kom nýggjur skúli á Toftum har Jóhanna lærarinnan, sum var ógift eisini búi. Tað er bygningurin har kommunuskrivstovan húsast í ídag.

Hans Jacob Højgaard byrjaði í 1931. Hann kenna vit sum eitt av føroya bestu tónaskaldum. Var úrmælingur sum kórleiðari, og gjørdi bygdirnar her í kommununi kendar, sum kórleiðari av Tofta kórinum.  Hans Jacob var abbasonur Johannes, og var fyrstilærari frá 1934-1953. Í tíðarskeiðnum frá 1931-1958 vóru bert 2 lærarar á Toftum, og tað gingu gott 100 næmingar í Tofta skúla.

Har sum skúlin stendur á Toftum í dag, bleiv triðji skúlin bygdur í 1958. Skúlin er síðani munandi útbygdur bæði í 1981 og 2008. Bæði í 1958 og 1981 var Jóhan Lamhauge fyrstilærari, ella skúlastjóri, sum heiti broyttist til í 1969. Jóhan lærarin, sum var abbabeiggi mín og abbasonur Johannes Petersen, var eisini lærari á Toftum í 45 ár, frá 1941 – 1986. Øll míni ár í Tofta skúla var Jóhan skúlastjóri, og hann brendi sannuliga eisini fyri sínum arbeiði, soleiðis at skúli og næmingar fingu bestu umstøður. Eg minnist hvussu hann gleddist, tá tað gekk væl á lívsleiðsini hjá næmingum úr Tofta skúla.

Eftir Jóhan lærarin, var Óli í Hjøllum skúlastjóri í 1 ár og síðani var Josefina Jacobsen skúlastjóri í 10 ár. Josefina er langabbadóttir Johannes Petersen, tó ikki biologist, tí omma Josefinu, var uppfostrað hjá dóttir Johannes, Sannu og manni hennara.

Í 1997 tók Marita Dalsgaard so við sum skúlastjóri, og var tað í 20 ár, til hon legði frá sær í des. 2017. Marita er oldurabbadóttir Johannes Petersen.

Vit í Nes kommunu og øll vit sum eru ættað úr hesum søguliga skúla, eru partur av einari ríkari skúlasøgu, sum vit sannuliga kunnu verða stolt av. Vit síggja, at tað er ein reyður tráður viðv. leiðsluni í Tofta skúla, har tráðurin byrjaði her í skúla.

Tað kundi verið so nógv sum bleiv sagt um skúlahúsini og skildfólkini higani, men tíðin loyvir tí ikki. Til seinast fari eg vegna Nes kommuna og okkum øll, at takka fyrireikarunum fyri, at enn einaferð, við hesum tiltaki, at verða við til at minnast og lýsa ættina í skúla í Saltnesi og okkara fyrsta skúla á Skálafjørðinum.

Sangur hevur altíð verið ein stórur partur av gerandisdegnum her í skúla, og í Nes kommunu sum heild og fari at enda við seinasta ørindinum, í sálminum “Tíðin rennur sum streymur”, sum forrestin var tann fyrsta kompositiónim hjá Hans Jacob Højgaard.

Tíðin rennur sum streymur í á                         

Fram í Harrans navni!

Lítlum báti eri eg á,-

Himnastrond fyri stavni.

Takk fyri.