Í morgun var lítil samkoma á skrivstovuni í Nes kommunu, har Margit Andersen varð heiðrað fyri at hava verið í starvi í 40 ár sum vaskifólk í Tofta skúla.
Margit byrjaði í starvi hjá Nes kommunu tann 1. september 1981. Hon hevur við nærlagni og trúfesti í øll hesi ár røkt starv sítt á fyrimyndarligan hátt, segði Súni í Hjøllum, borgastjóri.
Vegna bygdaráðið í Nes kommunu takkaði borgarstjórin henni fyri trúgva og drúgva tænastu, áðrenn hann handaði henni ein málning og blómur.
Málningin hevur Jón Magnus Joensen málað.