Leygardagin fylti Malla Olsen av Toftum 103 ár. Malla er í dag elsta fólk í Føroyum.
Í sambandi við føðingardagin var borgarstjórin í Nes kommunu í dag og heilsaði uppá Malla. Tey bæði fingu eitt gott prát. Malla, sum dugir sera væl at siga frá, var væl uppløgd, og greiddi væl frá henna langa lívi, bæði sum barn og vaksin.
Malla sum býr á sambýlinum Vesturskin á Toftum, var spent eftir at hoyra sendingina “Við Tórði á túri” seinnapartin. Tórður Mikkelsen hevur verið inni á gólvinum við mikrofonini, og verður samrøðan send í dag kl. 17.00.
Nes kommuna ynskir Mallu Olsen hjartaliga til lukku við 103 ára degnum og við heitinum sum elsti føroyingur.
Myndin er frá 100 ára degnum hjá Mallu, tá næmingarnir í Tofta skúla vóru og fagnaðu henni.