Malena Regina f. Hansen, vanliga nevnd Lena, var fødd 27.06.1924 á Regni á Toftum. Hon var dóttir Sannu og Jacob (Nes-Jakku) Hansen. Lena varð gift við Hjalmar Svenning Joensen av Lækju á Toftum í 1942.
Hjúnini keyptu eini gomul hús á Nesi. Ætlanin var at ríva tey niður fyri at nýta stórviðin at byggja nýggj burturúr, men hetta varð av ongum, tí Hjalmar gjørdist sjúkur.
Lena og Hjalmar fingu fýra børn: Óli Jákup (Olli) føddur í 1943, Henning føddur í 1944, Sólfríða fødd í 1948 og Sigurd føddur í 1954. Øll børnini vórðu inngift í heimið hjá Lenu. Seinni eru komin 9 ommubørn, 16 langommubørn og 3 oldurommubørn.
Lena bleiv einkja í 1956, men við hjálp frá góðum svágrum og øðrum eydnaðist at byggja nýggj hús úti ímóti Heygunum. Lena og børnini fluttu inn fyrst í 1959.
Sum ung var Lena inni hjá Weihe keypmanni í Søldarfirði og lærdi bókhald. Eisini lærdi hon at seyma inni í Oyrunum.
Foreldrini Sanna og Nes-Jakku byrjaðu at handla í 1930´unum í ”Kia Pakkhúsi”. Í 1948 bygdu tey nýggjan handil, sum síðani varð kallaður Sannu´sa pakkhús (har sum Blómuhúsið er í dag). Lena hjálpti til í handlinum frá ungum árum av, og rak seinni handilin í fleiri ár saman við mammu síni. Í 1960´unum gjørdist Sanna sjúk, legði frá sær og flutti út til Lenu at búgva. Lena yvirtók nú handilin og rak hann saman við børnunum fram til 1995.
Í 1960´unum hevði Lena boðstøð eina tíð. Tað hevði við sær, at nógv fólk komu á gátt í heiminum. Lena hevur altíð verið sera tolin og hjartagóð. Við hennara lætta og fevnandi lyndi hava øll kent seg væl saman við henni, bæði heima og úti.
Lena hevur verið sera virkin í kirkju og missiónsarbeiðnum á Toftum. Lena var ein av eldsálunum m.a. í Sjómanskvinnuringinum og Streingjakórinum í Tabor. Lena var virkin partur av hesum arbeiði í yvir 30 ár, og síðani hevur hon annars verið ein dyggur stuðul. Tá ið ein nevnir Lenu, slepst ikki uttanum at nevna Mary Joensen. Mary og Lena vóru svigarinnur og gjørdust báðar ungar einkjur. Tær vóru góðar vinkonur og stuðlaðu hvørjari aðrari væl m.a. í arbeiðinum í Missiónshúsinum.
Lena flutti á Vesturskin á sumri í 2017, og har hevur hon trivist væl saman við hinum búfólkunum.
Tað er ikki á hvørjum degi, at vit kunnu hátíðarhalda 100 ára føðingardagar. Tí er tað ein gleði at kunna kunngera, at 100 ára føðingardagurin hjá Lenu verður hildin hósdagin 27. juni í kirkjukjallaranum í Fríðrikskirkjuni frá kl. 17.00 til 21.00. Øll eru vælkomin at heilsa uppá Lenu.