Onnur tíðindi

LÆRARADAGUR Í TOFTA SKÚLA

Fríggjadagin 4.okt. varð læraradagur hildin í Tofta skúla fyri fimtu ferð. Læraradagurin hevur síðani 1994 verið hildin víða hvar í heiminum. ST hevur útnevnt 5.okt. sum almennan læraradag.

Endamálið við degnum er at varpa ljós á tann stóra týdning, ið lærarans arbeiði hevur fyri tann einstaka næmingin og samfelagið alt.

Tað var skúlastýrið saman við næmingaráðnum, ið skipaði fyri degnum.

Skráin var fjølbroytt.

Dagurin byrjaði við morgunsangi. Síðani bjóðaði Durita Jakobsen, skúlastjóri, vælkomin og greiddi frá skránni fyri degnum.

Niclas Davidsen, nevndarlimur í skúlastýrinum, bar síðani eina heilsan fram.

Síðani fekk gestarøðarin Magnus Rasmussen, løgtingsmaður og fyrrverandi lærari, orðið.

Til seinast varð tað Magnus í Hjøllum, formaður í næmingaráðnum, sum vegna allar næmingarnar bar fram eina heilsan til lærarar og starvsfólk skúlans.

Eftir taluna hjá formanninum í næmingaráðnum fingu flokkarnir høvi til at bera heilsanir fram. Fyrst vóru tað næmingarnir 1. og 2. flokki o.s.fr. Lærararnir fingu brøv, blómur, gávur o.a.

Læraradagurin endaði við, at næmingarnir fóru í sínar stovur, har eldri næmingar ansaðu eftir teimum, meðan skúlastýrið bjóðaði lærarum og stuðlum ein drekkamunn í tónleikahølinum.

Fjórða tíma varð tann vanligi skúladagurin uppafturtikin.

Fleiri myndir frá læraradegnum síggjast her!

Øll greinin kann lesast á heimasíðuni hjá Tofta skúla við at klikkja her.