Kvinnukvøld verður í Tofta skúla í kvøld kl. 20.00.
Marjun Lómaklett, integratiónsprestur, hevur upplegg um “Kvinnur í dagsins samfelag”. Eisini verður framførsla við Herborg Torkilsdóttir og mótasýning við luttøku frá Navia, Insito og Shari.
Ein góður drekkamuður við køku og frukt verður eisini at fáa.
Kostnaður er 100kr.
Allar kvinnur eru vælkomnar.