Onnur tíðindi

Kunningarfundur um Vitjanartænastu í Nes kommunu

Hóskvøldið, 14. november kl. 19.30, verður kunningarfundur á Vesturskin á Toftum, um Reyða Kross Vitjanartænastu, sum í næstum verður sett í gongd í Nes kommunu.

Umframt fyrireikarnar, verða m.a. hesi við á fundinum:

  •  Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroyar
  •  Jóngerð Guttesen, stjóri í Roðanum Økistænastuni

Í eina tíð hevur eitt ávíst fyrireikingararbeiði verið í samband við seta eina Vitjanartænastu í gongd í Nes kommunu.  Ein kunningarfaldari er gjørdur, sum verður á fáa á fundinum og kemur at liggja á ymiskum almennum støðum og handlum í kommununi.

Samstarvsavtala er gjørd við Reyða kross Føroyar, og Vitjanartænastan í Nes kommunu verður skipað eftir teimum mannagongdum og reglugerðum, sum Reyði krossur hevur ásett, m.a. í Havn og Vágunum.

Tað eru Eigil Andersen, Nes og Maja Højgaard Jacobsen, Toftir, sum saman við Nes kommunu, hava fyrireikað Vitjanartænastuna í Nes kommunu.

At vera vitjanarvinur er sjálvboðið og ólønt arbeiði. Sum vitjanarvinur skalt tú vera minst 18 ár, vera álítandi, vinarlig/ur og virða menniskju, sum tey eru.

Fyrireikarnir vóna, at Vitjanartænastan í Nes kommunu fær góða undirtøku, at nógv fólk koma á kunningarfundin og at fólk tekna seg sum vitjanarvin. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Roðin Økistænastan bjóðar ein drekkamunn.

Vegna fyrireikarnar, Nes kommuna