Mint verður á at sjófólk og onnur, sum ikki rokna seg vera heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4 mánaðar áðrenn valdagin (frá 12. juli). Hetta kann gerast á kommunuskrivstovuni.
Í øðrum førum skal atkvøðuseðilin vera útfyltur í fyrsta lagi 1 viku áðrenn valdagin (frá 5. nov).
Valevnislistarnir mugu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi kl. 18.00, 3 vikur undan valdegnum (22. oktober). Ólavur Magnussen er valnevndarformaður í Nes kommunu.
Valrætt og valbæri til býráðsval hevur hvør tann, sum a) hevur fylt 18 ár og annars lýkur hinar treytirnar fyri valrætti og valbæri til løgtingið, b) er tilmeldaður fólkayvirlitið í avvarðandi kommunu í seinasta lagi 2 vikur áðrenn valdagin, og c) sum valdagin framvegis er búsitandi í kommununi.
Hóast ásetingina á a), hava ríkisborgarar úr øðrum londum valrætt og valbæri til kommunuval, um so er, at teir hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum.
Hóast ásetingina í a), hevur persónur, sum er undir verjumáli og hevur fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir Værgemålsloven § 6, sum sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan, valrætt og valbæri til kommunuval.
Kæra um, at onkur er órøttum er komin á listan, ella onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin vera send býráðnum, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.
Vísir tað seg, eftir at omanfyrinevda freist er farin, at onkur rættkomin ikki er tikin við á listan, ella at onkur av órøttum er komin á listan, kann hetta rættast til og við valdagin.