Kunngerð um broyting av byggisamtyktini í Nes kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum boðað frá, at Nes kommuna á býráðsfundi, tann 24.06.2024, samtykti uppskot um broyting í byggisamtyktini fyri Nes kommunu.
Talan er um broyting viðvíkjandi neystaøkinum í Krabbaurð. Økið er í verandi løtu eitt D øki, sum umfatar matr. nr. 701, 702, 703, 704, 705, 706, 707, 700b, 708, 709, 710, 711, 712 og part av matr. nr. 435a. Ætlanin er at broyta økið frá D øki til G2 økið.
Endamálið við broytingini er at loyva umvæling av neystunum, so at tey m.a. kunnu nýtast til frítíðarbústað.
Tilfar, sum lýsir broytingarnar í byggisamtyktini, liggur frammi á heimasíðuni hjá Nes kommunu og á kommunuskrivstovuni frá 12. juli 2024 til 2. august 2024.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Nes kommunu skrivliga til nes@nes.fo í seinasta lagi 23. august 2024.
Nes kommuna
Skjalatilfar viðv. broytingini sæst her:
Byggisamtykt Krabbaurð – G2-Øki Verandi støða
Byggisamtykt Krabbaurð – G2-Øki Broyting
Byggisamtykt Krabbaurð – G2-Øki Framtíðar støða
Byggisamtykt Krabbaurð – Yvirlitskort
Byggisamtyktarásetingar fyri økið í Krabburð