Onnur tíðindi

Kunngerð um broyting av byggisamtyktini í Nes kommunu

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum boðað frá, at Nes kommuna ávíkavist á býráðsfundi, tann 29.01.2024 og á eyka býráðsfundi, tann 12.02.2024, samtykti uppskot um broyting í byggisamtyktini fyri Nes kommunu.

Talan er um tvær broytingar.

Broyting 1 umfatar at ein partur av havnalagnum, sum nú er D øki, verður broytt til D1 øki, ið m.a. loyvir bygging 8m frá bryggjukanti.

Broyting 2 snýr seg um at broyta ein part av landbúnaðarøkinum “Yviri í Nev” til K øki, sum loyvir orkuframleiðslu.

Tilfar, sum lýsir broytingarnar í byggisamtyktini, sæst niðast á hesi síðuni og á kommunuskrivstovuni frá 16. februar 2024 til 8. mars 2024.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Nes kommunu skrivliga til nes@nes.fo í seinasta lagi 29. mars 2024.

Nes kommuna

 

Skjalatilfar viðv. havnalagnum:

Ásetingarnar fyri økini D og D1 á havnalagnum

Byggisamtykt á havnalagnum – verandi støða (kort 1)

Byggisamtykt á havnalagnum – broyting (kort 2)

Byggisamtykt á havnalagnum – framtíðar støða (kort 3)

 

Skjalatilfar viðv. økinum Yviri í Nev:

Ásetingarnar fyri økini H og K Yviri í Nev

Broyting av byggisamtykt Yviri í Nev – Verandi (kort 1)

Broyting av byggisamtykt Yviri í Nev – Broyting (kort 2)

Broyting av byggisamtykt Yviri í Nev – Framtíðar støða (kort 3)