Onnur tíðindi

Koyr á Ternan !

Í vikuskiftinum verða steypafinalurnar leiktar í flogbólti.  Hjá Ternuni av Toftum hava 3 lið leikt seg í finaluna.

Í samband við steypafinalurnar hevur FBF gjørt eina leikskrá. Niðanfyri er endurgivin grein, sum borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, hevur skrivað til leikskránna.

—————

Tað er stuttligt og hugaligt hjá okkum í Nes kommunu at fylgja við í steypafinalunum hjá yngstu liðunum í ár. Ternan er umboðað í 3 finalum, U14 gentum og hjá gentum og dreingjum í U12.

Tað er ikki av tilvild. Tey sum hava fylgt við flogbóltskappingunum kring Føroyar hetta kappingarárið hava lagt til merkis, at Ternan t.d. hevur verið best umboðað í U12 aldursbólkinum.

Eisini til venjingarnar, í fimleikarhøllini í Tofta skúla, er uppmøtingin sera góð. Flogbóltsfelagið Ternan ger eitt stórt ungdómsarbeiði, sum vit í Nes kommunu kunnu fegnast um og eru errin av. Ternan leggur stóran dent á at menna okkara ungu leikarar. Við ábyrgdarfullari leiðslu, góðum venjarum, røskum leikarum og stuðlandi  foreldrum síggjast góð úrslit. Tað er hetta vikuskiftið eitt gott dømi um, har Ternan er umboðað í 3 finalum.

Flogbóltsamband Føroya (FBF) ger eisini eitt stórt arbeiði fyri at íbirta áhuga millum børnini til flogbóltsspælið og at menna yngru leikararnar. Tað, at Peter Morell er í starvi hjá FBF, hevur víst seg at verið ein sannur fongur fyri flogbóltin í Føroyum. Við sínum vitjanum úti í feløgunum, hækkar Peter Morell støðið á barnavenjingunum og eggjar børnum og venjarum at halda fram við at venja og menna seg. Flogbóltsamband Føroya og Peter Morell eiga stóra tøkk og rós uppiborið fyri teirra ungdómsmenningararbeiði úti í feløgunum, og ikki minst skúlunum, har Peter Morell eisini vitjar og skipar fyri venjingum.

Mótstøðuliðini hjá gentunum og dreingjunum er í øllum trimum førunum SÍ. Sørvágur er ein kend og sigursvand flogbóltsbygd. Av teimum 12 steypafinlunum í ár, er SÍ annað liðið í 10 av finalunum. Tílík úrslit koma ikki av sær sjálvum, men eru grundað á vælskipað og áhaldandi gott ungdómsarbeiði. Øll flogbóltsfeløg í Føroyum, eisini Ternan, kunnu óiva læra nógv av tí ungdómsarbeiði,  sum verður gjørt hjá SÍ í Sørvági.

Um vit hyggja at fólkagrundarlagnum og umstøðum annars, so kunnu við staðfesta, at tað er rættuliga eins hjá Ternuni og SÍ. Um ársskifti búðu 1.279 fólk í Nes kommunu og 1.177 í Sørvágs kommunu. Hallirnar á Toftum og í Sørvági eru eins stórar. Sostatt eru fyritreytirnar nærum eins í báðum kommununum og vónandi fer góða ungdómsarbeiðið í Ternuni at halda fram, so Ternan eisini í framtíðini verður partur av flogbóltsfinalunum, bæði hjá børnum og vaksnum.

Vegna Nes kommunu fari eg at takka Ternuni fyri at umboða okkara kommunu so væl og virðiliga og  ynskja gentum og dreingjum bestu eydnu í  finalunum í dag.

Koyr á Ternan !