Onnur tíðindi

Konsert í Fríðrikskirkjuni sunnudagin kl. 20.00

Sum partur av skránni hjá Várdøgunum í Nes kommunu, verður konsert í Fríðrikskirkjuni, sunnukvøldið 28. apríl, kl. 20.00.

Tað verður Kirkjukórið  í Fríðrikskirkjuni og næmingar hjá Nes Sóknar Musikkskúla, sum fara at framføra.

Á konsertini fer Kirkjukórið m.a. at syngja føroysku sangirnar “Summarkvøld”, “Føroyar mín móðir” og “Havið sang um Føroyar”. Tað eru Regin Dahl, Poul F. Joensen og Hans Andr. Djurhuus, sum hava yrkt, og Kári Bæk og Knút Olsen, sum hava gjørt løg og satsir. Eisini fer kórið at framføra vakra svenska sangin “Det  är vackrast när det skymmer”.  Pär Lagerkvist eigur orðini meðan Kaj-Erik Gustafsson hevur gjørt satsin.

Fyri Musikkskúlan verður tað “Orkestrið hjá Anki”, sum kemur at framføra.

Eftir konsertina bjóðar kommunan til kaffi í kirkjukjallaranum.