Onnur tíðindi

Kongshavnar havnastýri hevur skipað seg

Tey, sum eru vald at hava ábyrgdina:

Jan Højgaard, bygdaráðslimur f. Nes kommunu, er formaður og

Sæunn Ó. Hansen, býráðslimur f.  Runavíkar kommunu, er næstforkvinna.

Hinir nevndarlimirnir eru:

Jonhard Danielsen, býráðslimur, f. Runavíkar kommunu ,

Steingrím Jacobsen, bygdaráðslimur, f. Sjóvar kommunu

Petur Súni Jacobsen, býráðslimur, f. Eysturkommunu

Hvussu gamalt navnið Kongshavn er – og hvør uppruni tess er, er ikki heilt greitt. Navnið finst tó í skjølum longu frá 1650, har sagt verður, at Kongshavn er frá syðra parti av Skálafjørðinum.

Siglir tú inn eftir Skálafjørðinum og ert komin inn um Garðsenda á Toftum og Raktanga á Strondum, so ert tú komin í Kongshavn. “Den længste fjord og samtidig tryggeste ankerplads…..” skýra fróðarrit Skálafjørðin. Skálafjørðurin er longsti fjørður Føroya. Hann er 13 km av sandinum í Skálafirði í beina linju út í Raktanga og 18 km út í Eystnes.Tað er tí heldur ikki so løgið, at Skálafjørðurin hevur verið skipum lívd og vernd síðan Tróndar dagar.

Mangar sagnir og søgur eru knýttar at Kongshavn ella Skálafjørðinum. Eftir mannasøgn høvdu Tróndur í Gøtu og skeggjar hansara skip síni liggjandi við Skipanes og inni í Akkersvík á Skála. Bara hesi staðarnøvnini benda á, at her hava menn kent seg tryggar at hava skip liggjandi.

Fyrsta atløgubryggja á Skálafjørðinum, har stór skip kundu leggja at, var á Skipanesi. Ásannast má, at síðan tað hevur verið stór framgongd við atløgubryggjum kring allan fjørðin.

Tá ið føroyingar av álvara fóru at keypa skip fyrst í 1900-talinum, sást skjótt, at skipað viðurskifti máttu fáast í teimum ymsu havnunum, og í tí sambandi vórðu havnareglugerðir gjørdar.

Tann 18. okt. 1913 kemur í gildi lóg um Kongshavn (Skálafjørðin) sum skipahavn. Sambært hesi lóg skuldu kommunurnar við Skálafjørðin velja eina nevnd at hava ábyrgd av havnaviðurskiftunum. Henda nevnd fer til verka tann 7. februar 1914, og verður hesin dagurin roknaður sum stovningardagur fyri Kongshavnar havnastýri.

Síðan stovnanina hava kommunurnar við Skálfjørðin havt eitt tætt og gott samstarv um havnaviðurskiftini við Skálafjørðin, so skip og bátar kunnu fáa eina so góða tænastu sum møguligt.

Inntøkurnar av havnagjaldinum verða býttar í mun til longdina av fjøruni hjá kommununum. Býtið er: Nes 14%, Runavík 48%, Sjóvar 23%, Eystur 15%. Inntøkurnar skulu sambært reglugerðini einans nýtast til at betra um havnaviðurskiftini á Skálafjørðinum.