Kunngerð
Samsvarandi lýstu kunngerð Innlendismálaráðsins fer kommunuval fram
Týsdagin tann 10. november 2020 í fimleikahøllini í Tofta skúla
Atkvøðutíðin er frá:
10.00 til 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Brævatkvøður:
Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta lagi dagin fyri greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna.
Heimaval:
Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika, ikki kunnu koma við valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi dagin fyri valið, við at boða frá
til kommunuskrivstovuna tlf. 447586 innan kl. 12.00 hin 9. 11.2020.
Brævatkvøðurnar skulu vera valstýrinum í hendi innan valið byrjar kl. 10.00 hin 10. november 2020.
Valkort:
Valkort til nýtslu við kommunuvalið hin 10. november 2020, verða send øllum veljarum í kommununi.
Um onkur, ið heldur seg hava valrætt í kommununi, ikki fær valkort sendandi, verður viðkomandi biðin um at venda sær til kommunuskrivstovuna.
Toftir, 28. oktober 2020
Valstýrið í Nes kommunu