Ert tú í sóttarhaldi ella følir teg sjúkan, skalt tú ikki møta á valstaðnum fyri at greiða atkvøðu til kommunuvalið 10. november. Í staðin hevur tú møguleika fyri at atkvøða við brævi.
Seinasti møguleiki at greiða brævatkvøðu er í dag, mánadagin 9. november. Tín atkvøðuseðil skal vera komin fram til valstaðið, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar á valdegnum 10. november.
Fyri at greiða brævatkvøðu verður tú biðin um at seta teg í samband við okkum á tlf. 447586 ella 565004.
Hvussu sleppa vit undan smittu á valinum?
Nú nógv fólk fara at savnast á sama stað á valdegnum, er tað umráðandi, at vit øll fylgja tilmælunum hjá koronuráðgevingini neyvt. Tí hevur valstýrið skipað fyri, at avkvøðgreiðslan kann fara fram so trygt sum gjørligt fyri bæði veljaran og hjálparfólk.
Tað vil í høvuðsheitum siga, at vit:
- spritta og gníggja hendurnar væl, tá vit møta á valstaðnum
- halda frástøðu í bíðirøðini
- steðga ikki á at práta, men finna leiðina beinleiðis út úr valstaðnum eftir atkvøðugreiðsluna
Hvør veljari fær útflýggjaðan ein penn, sum hann avleveraður aftur tá atkvøðuseðilin verður latin í atkvøðukassan.
Atkvøðuklivarnir verða somuleiðis javnan sprittaðir.
Skermar eru á valborðinum millum veljarar og hjálparfólkini.
Hevur tú spurningar um, hvussu tú skalt bera teg at á valinum, eru hjálparfólkini á staðnum fús at hjálpa.
Nes kommuna