Onnur tíðindi

Katrin Poulsen 30 ára starvsdag

Dagrøktin í Nes kommunu byrjaði 1. juni 1986, og bleiv Katrin Poulsen sett sum dagrøktarleiðari, og hevur hon røkt hetta starvið øll árini.

Nes kommuna skipaði fyri móttøku í sambandi við 30 ára starvsdagin, har familjan hjá Katrin Poulsen, starvsfelagar hjá Katrin, fyrisitingin og bygdarráðið var við. Móttøkan var á Vesturskin.

Borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, greiddi í síni talu fyri Katrin Poulsen, frá teimum nógvu broytingunum, sum eru farnar fram í dagrøktini hesi 30 árini, sum dagrøktin hevur verið virkin. Borgarstjórin vísti á, at Katrin altíð hevur víst góðan samstarvsvilja og góð evnir til at finna nýggjar loysnir og at arbeiða undir broyttum umstøðum. Borgarstjórin takkaði Katrin Poulsen fyri gott samstarv.

Hesi 30 árini hava 678 børn verið í dagrøkt og 83 dagrøktarar hava verið í starvi.

Maria á Regni, sum í nógv ár hevur arbeitt í spælistovuni, takkaði Katrin Poulsen, vegna dagrøktararnar, fyri gott samstarv, og heilsaði Katrin, at hon hevur verið ein góður leiðari.

Nes kommuna byggir í løtuni vøggustovu, sum verður tikin í nýtslu eftir summarfrítíðina, og í hesum sambandi verður dagrøktin niðurløgd. Katrin Poulsen, sum er útbúgvin námsfrøðingur, heldur fram í starvi í vøggustovuni, og Katrin sigur, at hon gleðir seg til nýggja starvið og nýggju avbjóðingarnar í nýggju vøggustovuni.

Nes kommuna ynskir Katrin Poulsen hjartaliga til lukku við 30 ára starvsdegnum.