I samband við at Kári Fossdalsá hevur útgivið sína fyrstu fløgu, fer hann at hava nakrar útgávukonsertir í Føroyum í summar.
Hann verður við á Tórsfest, í Suðri og eisini á Summarfestivalinum.
Kári Fossdalsá vitjar eisini aftur á gamlar gøtur og fer at hava konsert í Ítróttarhúsinum á Svangaskarði leygarkvøldið 27. juli kl. 19.
Atgongmerki kunnu bíleggjast á Stage.fo. Dyrnar lata upp kl. 18.
Høvið verður eisini at keypa kaffi/te og køku.
Konsertin á Svangaskarði verður ein sonevnd sitikonsert, har Kári fer at spæla sangir frá síni nýggju fløgu.
Kári sigur, at fólk kunnu gleða seg til konsertina. Hann er ótrúliga fegin um at fáa møguleikan at syngja og spæla í heimbygdini.