Nes sóknar hornorkestur luttekur og jólamenn koma á vitjan.
Aftaná, at jólatrøini eru tendrað, bjóðar Nes kommuna til kakao og bollar í kirkjukjallaranum í Fríðrikskirkjuni.
Eins og 3 tey seinasta árini, skipar Nes kommuna fyri jólakonsert í sambandi við, at jólatrøini verða tendrað. Hesar konsertirnar hava verið sera vælumtóktar og kommunan vónar, at tað eisini í ár koma nógv fólk á konsert. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Jólakonsertin verður í Fríðrikskirkjuni kl. 17.30. Talan verður um lokala luttøku, hesi koma at luttaka:
Hallgerð Brim, Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni, Taborkórið, Nebokórið og Undirhúskórið. Eisini er felagssangur á skránni