Leygardagin 30. nov. kl. 15 verður jólatræið við kommunuskrivstovuna tendrað.
Sanna Hansen heldur røðu og tendrar jólatræið. Hornorkestrið hjá Nes sóknar Musikkfelag luttekur.
Eisini fáa børnini jólapakka frá jólamonnunum.
Aftaná verða øll boðin til kakao, kaffi, te og bollar í kirkjukjallaranum.
Kl. 16.30 verður sangløta í Fríðrikskirkjuni.
Tey luttakandi eru:
Kirkjukórið, menninir í Undirhúsinum, Annika Mortansdóttir, Jóhan Magnus Gunrim, Erla Bech Nolsø og Jóhanna Sámalsdóttir
Nes kommuna