Onnur tíðindi

Jólatrøini í Nes kommunu tendrað

Jólatræshaldið byrjaði kl. 16.00 við at Jóhannus Danielsen borgarstjóri bjóðaði vælkomin og greiddi frá skránni. Nes Sóknar Musikfelag, sum trúliga á hvørjum ári luttekur, spældi nøkur løg og Kári á Torkilsheyggi helt talu og tendraði jólatræið á Toftum. 

Jólamennir vitjaðu eisini. Teir komu við sløkkiliðsbili, og børnini fingu góðgæti.

Aftaná bjóðaði borgarstjórin øllum í kjallarin í Fríðrikskirkjuni til kakao og bollar.

Kl. 17.30 var jólakonsert í Fríðrikskirkjuni har Taborkórið, Nebokórið, Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni og Undirhúskórið og Halgerð Brim luttóku.

Her eru myndir frá jólatræshaldinum. Trýst her 

Her eru myndir frá jólakonsertini. Trýst her