Her ber til at lesa røðuna, sum Krista Magnussen helt, í samband við at jólatrøðini í Nes kommunu vórðu tendrað 30.11.2019.
“Góðan dag øll somul.
So eru vit aftur samlaðið her, mitt á Toftum, fyri at tendra jólatræið/trøini í Nes kommunu.
Í ár er tað fallið í mín lut at siga nøkur orð. Eg takki fyri álitið.
Hendan løtan fær okkum at hugsa um tað farna samstundis, sum vit fyrireika advent og jól.
Hvat er hent, síðan vit stóðu her fyri einum árið síðan, kunnu vit spyrja hvønn annan.
Í juli mánað í ár, hittust vit, sum fóru í 1. flokk í Tofta skúla í 1969. Tvs. at tað eru 50 ár síðan, vit byrjaðu í 1. flokki.
Tað var 20. juli, og tað var ein góður dagur. Vit mintust aftur á okkara skúlaár saman. Ymiskt var hvat vit minntust, men tey flestu minnini vóru góð, stuttlig og kanska eitt sindur flovislig. Samanlagt høvdu vit ein góðan og ógloymandi dag saman í fyrrverandi Nebo, nú húsið hjá talvfelagnum og kvinnufelagnum.
Eitt, sum vit øll minntust aftur á við takksemi, var morgunsangurin í skúlanum.
Í okkara tíð í skúlanum var tað so, at fyrst var ein sálmur sungin, síðani var Faðirvár biðið, og so kom sálmaversið, sum Mikkjal á Ryggi hevur yrkt, og sum er orðað sum ein bøn:
”Faðir fylg mær henda dag,
vend til tín mítt sinnalag,
troystaríka trúgv mær gev,
glaðan hug til dagsins strev;
villist eg, so vís mær slóð,
goym øll míni heil og góð,
Faðir, signa land og tjóð!”
Eisini nú verður hetta versið sungið í skúlanum.
Tá vit samlaðust henda dagin í juli, var nærum ein sjálvfylgja, at vit byrjaðu dagin við hesum sálmaversið. Haldi, at eg kann siga, at vit øll vóru takksom fyri, at hetta sálmaversið ella bøn gjørdist ein partur av tí førningi, vit bera við okkum gjøgnum lívið.
Ein bøn, sum er so sigandi, og sum veruliga er góð at byrja hvønn dag við.
—
Tað var eisini í spælistykkinum við Tofta skúla, at jólatræið stóð øll míni barnaár.
Tá í tíðini bleiv træið ikki tendrað so tíðliga sum nú. Ofta var farið um hálvan desembur ella kanska út ímóti 20 desembur, áðrenn træið var tendrað.
Tað eg serliga minnist var, at Follend prestur segði nøkur orð, helst hevur onkur annar eisini hildið røðu okkurt árið.
Hornorkestrið spældi – og tað gera tit enn, so trúgv sum tit eru – og Jóhann-lærarin gekk og helt eyga við okkum børnum, so at vit skikkaðu okkum nøkulunda væl, og ikki larmaðu ov nógv. Løtan endaði við, at ”Gleðilig jól” var sungin saman við hornorkestrinum.
Hetta var eitt hæddarpunkt. Nú byrjaðu jólini av álvara.
—
Sálmaversið/bønin eg nevndi í áðni vendir sær til Faðir. ”Faðir fylg mær henda dag”.
Hesin Faðir er Gud, okkara himmalski Faðir. Gud, sum gav sín einasta son her til jarðar, og sum vit nú aftur fara at minnast á jólum. Okkara tíðarrokning er tíðarsett fyri Kristi føðing og eftir Kristi føðing. So avgerðandi var og er hendan hendingin.
Eitt sum eg mangan eri steðgað við í jólaboðskapinum er, tá hirðarnir koma inn í Betlehem, og finna Jesus-barnið, Mariu og Jósef, og siga frá øllum tí, teir høvdu sæð og hoyrt úti á markini. Tá stendur, at Maria legði sær øll hesi orð í geyma og HUGSAÐI UM TEY Í HJARTA SÍNUM.
At leggja sær í geyma er at minnast.
At hugsa við hjartanum, tað má verða tað, sum verður goymt og mintst við kærleika, eymleika, og har onki ilt hongur við, men einans tað góða og reina verður goymt. Kanska eitur hetta í dag djúphugsni ella reflektering.
Á jólum, og nú í advents tíðini, fara vit øll á ymiskan hátt at minnast, bæði tað vit hava í geyma okkara (sum kanska er í høvdinum), og so tað vit minnast og goyma í hjarta okkara, tað sum kanska er meira kensluligt.
Vit hugsa um og minnast tey, sum ikki eru okkara millum hesi jól, sum eru farin foldum frá og tykkum sum avvarðandi. Tey, sum ikki kunnu vera heima á jólum, sjófólk, útisetar o.o.
Tey, sum fyrstu ferð halda jól saman, sum nýgift ella eru blivin foreldur í hesum árinum.
Tey, sum eru rakt av sjúku ella øðrum mótburði, og tey, sum eru einsamøll.
—
Lat okkum samla alt í hesa somu bøn, eg nevndi at byrja við og biðja Faðir í himli fylgja okkum hvønn dag, okkum unnist lív her á fold. Í útgangsbønini, sum lisin verður til endan av guðstænastuni stendur ”at eg má varðveita orð títt (Guds orð) í reinum hjarta.”
Soleiðis hugsi eg, at Maria hevur gjørt, varðveitt og hugsað um orðið í reinum hjarta.
Við hesum orðum vil eg ynskja okkum øllum eina góða advent, sum er ein fyrireiking til eini friðsæl og gleðilig jól.
Takk fyri og hervið eru jólatrøini 2019 tendrað í Nes kommunu.”