Sunnukvøldið, tann18. desember klokkan 19.00, verður jólakonsert í Fríðrikskirkjuni.
Hetta er fyrsta konsertin hjá kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni við nýggja kórleiðaranum, Susanne Brattaberg, sum hevur stjórnað kórinum síðani september í ár.
Umframt skránna hjá kirkjukórinum, verður solosangur og cellonæmingar spæla.
Eisini verður felagssangur. Martin Restorff Jacobsen spælir undir hjá kórinum og til felagssangin.
Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni