Onnur tíðindi

Jólakonsert í Fríðrikskirkjuni sunnudagin kl. 16.00

Sunnudagin 10. desember, kl. 16.00, verður jólakonsert í Fríðrikskirkjuni.

Tað verða Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni og Kristiliga Sangkórið, sum aftur í ár hava felags jólakonsert.

Kórini hava havt felags jólakonsertir í fleiri ár, og eins og undanfarin ár hava tey eisini jólakonsert í Havnar kirkju. Konsertin í Havn verður leygardagin 9, desember, kl. 17.00.