Onnur tíðindi

Johnleif Gerðisá verður nýggjur kvøldskúlaleiðari

 

 

Nes kommuna hevur søkt eftir nýggjum leiðara til Tofta Kvøldskúla, nú Áki Dyssegaard, sum hevur verið leiðari, hevur sagt seg úr starvi. Inn komu tríggjar umsóknir.

Á bygdaráðsfundi tann 2. mai 2022 varð avgjørt at seta Johnleif Gerðisá, Nes, í starvið.

Jónleif Gerðisá er námsfrøðingur, umframt at hann hevur lokið svimjilæraraprógv, venjaraútbúgving,  dómaraprógv hjá DBU, hægri handilsútbúgving á Kambsdali og útbúgving í telduflokki á Kambsdali. Harumframt hevur Jónleif drúgvar starvsroyndir innan barna- og ungdómsarbeið. Hann hevur verið bæði leiðari í ungdómshúsi, venjari og samskipari innan ítrótt.

Johnleif Gerðisá tekur við starvinum tann 1. august 2022