Fyrrapartin í dag varð skipað fyri hátíðarløtu í Barnagarðinum á Svangaskarði, nú Johild Túgvustein, námfrøðiligur atstøðingur, hevur verið í starvi hjá Nes kommunu í 20 ár.
Johild byrjaði í starvi sum dagrøktari í Nes kommunu í 1998. Hon røkti ábyrgdarfult og trúliga hetta starv til 2014, tá ið hon fór at nema sær víðari útbúgivng innan námsfrøðiliga yrkið.
Í 2016 varð Johild Túgvustein sett sum námsfrøðilgur atstøðingur í Barnagarðinum á Svangaskarði. Við sínum drúgvu royndum og fakligu barlast hevur Johild Túgvustein verið ein fongur fyri Barnagarðin á Svangaskarði, segði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, tá ið hann vegna bygdaráðið í Nes kommunu takkaði henni fyri trúgva og drúgva tænastu.
Tað hevur alstóran týdning fyri kommununa at hava dugnalig og trúføst starvsfólk, segði borgarstjórin, áðrenn hann handaði Johild Túgvustein gávu og blómur. Samstundis ynskti hann henni framhaldandi blíðan byr.