Í samband við móttøkuna av nýggja frystilíniskipinum, sum kom á Toftir ígjár, kunngjørdi reiðarin, Anfinn Olsen, at nýggja skipið skuldi hava navn eftir pápa sínum, Jógvan I.
– Tað eru í ár 50 ár síðani, at Jákup, Petur og pápi komu við sínum skipi, og tá vóru vit stolt, segði Anfinn Olsen.
Anfinn segði í røðuni, at hann spurdi pápa sín, hvat navnið skuldi vera á nýggja skipinum.
– Eg var ikki nøgdur við tað heitið, ið pápi kom við. Hann nevndi, at tað kundi eita Vektin, sum er eitt stað á vestarakanti á Tangafirði, sum vit sóu frá vindeyganum hjá okkum. Men tað helt eg ikki vera gott nokk. Vit hava tí tikið ta støðu, at skipið skal fáa navn eftir pápa og skal eita Jógvan I, segði Anfinn Olsen.
Úr bygdsøguni kunnu vit lesa um Jógvan Ingvard Olsen, at hann er føddur á Toftum í 1930. Sum 15 ára gamal fór hann við deksfarinum Nípuni, sum pápi hansara var formaður á. Síðani var hann millum annað við Morgunstjørnini, Kongshavn, Elsu, trolaranum Vesturvarða og Oyraskeri.
Jógvan I. Olsen tók skiparaprógv í 1953 og longdina í 1954. Eftur tað var hann eitt skifti við norskum sildabátum og á kópaveiðu í Vesturísinum. Síðani var hann í nøkur ár við Elsu, og í 1957 var hann við til fiskiskap í Íslandi.
Jógvan I. Olsen førdi Mjóanes í 1958. Í 1959 og 1960 førdi hann Elsu, men í januar 1961 á veg til marknað í Aberdeen sigldu teir á land í Pentland Firth. Skipið gjørdist vrak, men fólkaskaði hendi eingin. Eftir tað fór hann at føra Brimnes og Svínoynna.
Við ársenda í 1961 fór Jógvan Ingvard at føra nýggja stállínuskipið Jógvan Norði hjá Mathias Jacobsen. Hann førdi skipið á ísfiskaveiðu og saltfiskaveiðu frá 1961 og 1967 og meginpartin av 1968.
Í 1968 var Jógvan I. Olsen við til at lata Stapan byggja í Vestmanna. Stapin skuldi avreiða til nýstovnaða flakavirkið Nyk. Jógvan Ingvard førdi Stapan tvey tey fyrstu árini. Frá 1970 sat hann í løgtinginum og eisini 2 skeið í bygdaráðnum. Hesi árini førdi hann Stapan einstakar túrar.
Í 1960 handaði Føroya Landsstýri Jógvan I. Olsen heiðursmerkið “Fyri hús og heim” fyri í 1960 at hava flutt stóra og væl hagreidda veiðu til lands sum skipari á Elsu.
Í 1983 stovnaðu teir, sum áttu Stapan, saman við øðrum partsreiðaríið Snoddið við heimstaði á Toftum. Teir lótu feskfiskahekkutrolara byggja í Noregi. Trolarin fekk navnið Snoddið og kom til Føroyar í 1984. Jógvan Ingvard var tveir túrar sum dekkari við Snoddinum og hevur ikki verið til fiskiskap eftir tað. Men hann var reiðari á bæði Stapanum og Snoddinum.
Jógvan Ingvard Olsen er kendur í Føroyum sum tingmaður fyri Sambandsflokkin frá 1970-1998, harav var hann tingformaður juli-sept. 1994 og 1995-1998. Han var landsstýrismaður í fiskivinnu- og orkumálum juni 1989 til januar 1990.
Í Nes kommunu sat hann sum bygdaráðslimur frá 1975 til 1980, harav bygdaráðsformaður frá 1977 til og við 1980.