Onnur tíðindi

Jógan Martin og Øssur nýggjir fótbóltsmennarar

Hinir báðir settu fótbóltsmennararnir eru Eli Hentze av Sandi og Thomas Thinggaard, sum eru úr Søvring  í Danmark.

Jógvan Martin og Øssur er kendir í føroyska fótbólstheiminum, Jógvan Martin m.a. sum landsliðsvenjari og Øssur m.a. sum landsliðsleikari.

Jógvan Martin Olsen er einasti føroyski venjari, sum hevur UEFA A license. Umframt at hava verið ungdóms- og A-landsliðsvenjari, hevur Jógvan Martin verið venjari hjá fleiri Effo liðum, og hevur vunnið bæði FM heiti og verið steypavinnari sum venjari, við ávikavist NSÍ og Víkingi. Jógvan Martin hevur eisini verið venjari hjá B68, sum er hansara barndómsfelag, og har hann, sum leikari, var við til at vinna FM heitini hjá B68 í 1984, 1985 og 1992.

Øssur Hansen hevur A venjara útbúgving. Av teimum 4 nýggju fótbóltsmennarunum, er Øssur Hansen tann, sum hevur fægst venjararoyndir. Hann hevur tó verið nógv venjari hjá ungdómsliðunum í B68 í nógv ár, og eisini verið venjara hjá besta liðnum hjá B68. Í ár hevur hann verið høvuðsungdómsvenjari hjá B68. Sum leikari man hann teljast millum bestu leikarar í Føroyum gjøgnum tíðina. Hann leikti 52 A landsdystir. Sum leikari var hann FM vinnari við B68 í 1992. Øssur hevur eisini umboða B36 og GÍ í bestu føroysku deildini, sum leikari.

Nes kommuna ynskir Jógvan Martin Olsen og Øssur Hansen góða eydnu í nýggja starvinum. Eisini verður ynskt Eli Hentze og Thomas Thinggaard góða eydnu.