Í morgun byrjaði Jóan Jacob Skoradal í starvi sum partur í Tekniska toyminum hjá Nes kommunu. Umframt fyrifallandi arbeiði kemur hann at koyra minigravaran, arbeiða á Endurnýtsluvirkinum og taka sær av kommunalu flaggingini ávísar dagar og til ávís høvi.
Tað var á bygdaráðsfundi tann 31. okt. at bygdaráðið samtykti, eftir tilmæli frá Teknisku nevnd, at seta Jóan Jacob Skoradal í starvið.
Í morgun bjóðaðu umboð fyri Nes kommunu Jóan Jacob vælkomnum og ynsktu honum góða eydnu í starvinum.
Á myndini: Jan Petersen, arbeiðsformaður, Dakko Petersen, formaður í Teknisku nevnd, Jóan Jacob Skordadal, arbeiðsmaður og Súni í Hjøllum, borgarstjóri.