Onnur tíðindi

Janus Thomsen helt røðuna,

tá ið jólatræið í Nes kommunu varð tendrað leygardagin:

Góðu bygdafólk, góðu vinir!
So standa vit aftur samlaði her fyri at tendra eitt ljós í hesi annars myrku tíð, ið alsamt gerst myrkari til stytsi dagur er farin framvið, og tað aftur spakuliga fer at lýsna.
Ljósini fjálga um og skapa hugna og samanhald, meðan alt rundanum okkum er myrkt. Við at tendra ljós, síggja vit hvønn annan og koma hvørjum øðrum við. Tað er ein felagsskapur inni í ljósinum, meðan myrka skorpan rundanum okkum er uttanfyri.
Hetta sermerkir advents- og jólatíðina, ið stundar til. Fyri tey flestu, er ein umráðandi partur av jólunum, tað at vera saman sum familja, og er tað eitt hæddarpunkt – eitt ljóspunkt á árinum hjá nógvum.
Hetta við ljósinum og myrkrinum verður í myndatalu brúkt nógv. Myrkrið umboðar tað ókenda og ofta tað ónda, meðan ljósið kemur við tí góða.
Við hesi myndatalu í huga, ber til at flyta tankarnar yvir á staðið her vit búleikast, tí eisini her hjá okkum hava nógv ljóspunktir, ella glottar verið ígjøgnum árið.

Býarheiti

Størsta glottan fyri felagsskapin upplivdu vit óiva í februarmánaða í ár.
Tá kundu vit her á staðnum hátíðarhilda, at fólkatalið í kommuni var fari uppum 1.500, og kundu vit tískil taka býarheiti.
At ein av okkara egnu gjørdist borgari nr. 1.500, var bæði sigandi og hóskandi, tí stóra tilflytingin, vit hava sæð seinastu árini, hevur verið ein samanseting av fólki sum hava funnið heim aftur á gamlar gøtur, og tilflytarum, ið ganga gøturnar her fyri fyrstu ferð.
Eg haldi eg tosi fyri øll, tá eg sigi, at vit eru fegin um at hava tykkum øll her, so verið vælkomin.
Men, tað hevur eisini broytingar við sær…
Nú er slutt við at vera so bygdaslig. Toftir er vorðin ein býur, á hædd við aðrar býir í stóru verð.
Vit skulu venja okkum við, at fyrr so vanlig heitir sum bátahylurin og egningarskúrarnir, frameftir fara at eita Marinaðin ella okkurt líknandi, okkurt meiria býarsligt.
Fyrr fór man til handils hjá Pidda, men nú fer man at shoppa í miðbýnum, siga børnini skemtandi.
Jú, sanniliga, tíðirnar broytast, og vit broytast við, sigur skaldið, hóast vit sum eru uppvaksin her á staðnum, í veruleikanum enn eru nøkur bygdafrell. Í so máta er einki nýtt undir sólini, vildi prætikarin sagt.

Steypafinalan

Eitt annað ljós, sum veruliga lýsti bjart í 2023, var ferðin hjá B68 móti steypafinaluni.
Sjálvdan man nakar felagsskapur hava staðið so væl saman sum á tí ferðini og á sjálvum degnum.
Úrslitið bleiv ikki sum vónað varð frammanundan, og vanliga slóknar ljósið, tá tapið er staðfest.
Men júst her hendi nakað serligt, tí bæði leikarar og áskoðarar stóðu so væl saman sum ein eind eftir dystin, at tað frættist um alt landið.
Ein kann ikki lata vera við at vera errin og rørdur eina slíka løtu, so takk øll somul fyri ta upplivingina – tað verður ongantíð gloymt, og er ein fyrimynd fyri, hvussu ein felagsskapur eigur at vera – í viðgongd og mótgongd.

Nógvir aðrir glottar kundu verið nevndir, tí framburðurin í kommununi er stórur á flest øllum økjum. Eitt nú tey mongu grundstykkini, íbúðirnar, raðhús og annað, sum sprettir fram í bygdunum her. Vit hava eitt breitt og gott úrval av ítróttargreinum, og eitt ríkt samkomulív.
Eisini frættist um aðrar stórar ætlanir í kommununi, so spennandi verður komandi árini.
Men ljós slókna eisini, og nú allahalganadagur stutt síðani er farin afturum, rennir mær til hugs øll tey, sum ikki eru millum okkum longur. Øll vóru tey partur av ymsu felagsskapunum í bygdini, og er tað okkum unt at byggja víðari á tað verk og avrik, sum hesi hava lagt eftir seg, og er tað tí við virðing og takksemi, at vit minnast tey øll.
Soleiðis er tilveran…

Jólini
Men glottar kunnu eisini vera so bjartir, at teir blenda, og er vandi fyri tí júst í tíðini, sum liggur fyri framman, nevniliga á jólum.
Nógv verður pyntað og stákast, og stór orka verður løgd í at hugna um og keypa inn til jólar, tí jólaaftan skal alt vera klárt, og stásiligu pakkarnir vera komnir undir træið.
Tað er stuttligt og spennandi, tó nakað stressandi og ikki minst dýrt.
Men veruligu orsøkina til, hví vit halda jól, mugu vit ongantíð gloyma.
Jólini halda vit til minnis um bjarta ljósið, ið kom inn í hendan myrka heimin, fyri at bjarga okkum menniskjum.
Móttøkan var kaldlig, tí frá fyrstu løtu fóru ordrar út um, at taka hetta smábarnið – hesa hóttan móti valdinum – av lívi.
Lítið er broytt kunnu vit siga, tí eins á tá, roynir heimurin alsamt at sleppa av við hendan glottan – hesi gleðiboð um, at frelsari heimsins bleiv føddur.
Amboðini eru ymisk, og í okkara tíð og stað snýr tað seg mest um at flyta uppmerksemið yvir á annað, ið glitrar, heldur enn á nýføðingin, ið bleiv borin í heim í einum fjósi í Betlehem.
Tískil er so sera umráðandi at vit halda lív í, og geva víðari, boðskapin um Guðs son, ið bleiv føddur í hesum heimi, við tí fyri eyga, at bjarga okkum og geva okkum atgongd til æviga lívið.
Gleðin við einum pakka á jólum er góð, men er stuttskygd og ikki varandi.
Børnini siga tað ofta best, og tí hugsaði eg at enda við at lesa niðurlagið á hesum frálíka barnasanginum, ið børnini syngja á jólum:
Nei, jól uttan Jesus, tað er einki vert,
Tað er sum ein pakki, har pappír er bert.
Har má okkurt vera, mær gleði kann bera.
Tað eru ongi jól uttan Jesus.
Takk fyri øll somul, gleðilig jól og Guð signi okkum øll.