Fyrst skal eg takka fyri, at eg fekk høvi at siga nøkur orð her í dag. Eg fari at bjóða tykkum øllum at vera hjartaliga vælkomin á Bátafestivalin í 2022, tað veri seg bátafólk, bygdarfólk og festivalgestir annars. Síðan 2005 hevur Bátafelagið á Toftum skipað fyri hesi hugnaligu stevnu fyrsta vikuskiftið í mai, og fyri okkum, sum búgva her um leiðir, er hetta vorðið eitt tekin um, at nú er várið komið. Hevði herviliga krúnufarsóttin ikki havt plágað okkum, so hevði hetta verið 18. bátafestivalurin á rað, men farsóttin gjørdi, at ongin festivalur var í 2020, og tí er hetta 17. bátafestivalurin á Toftum síðan byrjanina í 2005.
So sigast kann av røttum, at tit, sum hava skipað fyri festivalinum øll hesi ár, altíð sjálvbodin og uttan samsýning, hava verið drúgv. Vit onnur eiga sanniliga at vera takksom fyri, at tað enn finnast slíkar eldsálir okkara millum. Eisini síggja vit, at nogvir av fremmandu bátunum, sum vitja í Oyrahavnini í dag, eru teir somu, sum vitja her á hvørjum ári. Takk skulu tit bátafólk hava fyri tað.
Tað er altíð ein stórbær sjón at síggja stóra flotan av bátum, stórum og smáum, stevna út eftir Skálafjørðinum við kós móti Oyrahavnini á Toftum. Teir sigla somu leið sum skipafylgið hjá Tróndi í Gøtu á sinni. Tróndur gamli hevði skip síni á Skipanesi, men ørindi hansara ein ávísan dag fyri knøppum 1000 árum síðani vóru ikki at sigla út í Oyrahavnina at taka sær av løttum eitt vikuskifti saman við vinum og kenningum, hansara ørindi vóru at søkja at Sigmundi í Skúvoy, og ta søguna kenna vit øll.
Men síðani bardagan millum Sigmund og Trónd á sinni er nógv vatn runnið í ánni, og mangt er broytt. Á døgum Sigmunds og Tróndar var sjógvurin einasta farleið millum oyggjarnar, og komfortin, um eg so má siga, var ein heilt onnur umborð á bátum Tróndar enn hjá bátafólki í dag. Tróndur og menn hansara sótu við ár í hond í opnum bátum ofta illa tiltuskaðir av veðri og vindi. Í dag er øðrvísi. Umborð á fínastu og mest framkomnu førunum í dagsins bátafylgi sita fólk í fínum salónum, handan kúgveygu, ið eru skrýdd við vakurt baldýraðum gardinum og njóta ein sopa av cafe-latte ella onkrum øðrum góðum, meðan siglt verður. Og hetta er ikki tað einasta, tí um sama mundið, sum bátafólkið stimar út eftir fjørðinum við kós móti Oyrahavnini, koyrir bilafólkið undir havsins botni, gjøgnum Eysturoyartunnilin, eisini ávegis móti Oyrahavnini. Og uttan iva sita eisini nøkur onnur fólk í einum flogfari, sum flýgur yvir somu leið um sama mundi. Soleiðis broytist alt, og alt gott um tað, men eg ivist ikki í, at hevði gamli Tróndur sum segðist at duga meir enn at mata seg, vitað aftur til sín, so hevði hann sagt: Hetta er
tann rami gandur!
Flestu árini síðan byrjanina hevur bátafestivalurin verið hildin í Oyrunum og á økinum kring bátahavnina. Hetta er nærum sjálvsagt, tí økið her í Oyrunum hevur frá gamlari tíð verið ein miðdepil á Toftum, tá tað ræður um virksemi við bátum, útróðri, fiskavirking v.m.
Fyrr hevði bóndin á Heygsgarði Inni, Regnabóndin, neyst og støð í Oyrunum. Hetta lá væl fyri av tí, at lendið her upprunaliga var soleiðis dánað, at her var ein lítil vík ella nakrar smáar oyrur, og uttanfyri vóru nøkur smá sker, sum lógu sum ein verjugarður fyri lítlu víkini.
Tá man seinni, einaferð fyrst í 1940-unum, fór í holt við at gera ein veruligan bátahyl í Oyrunum, var fyrsta byggistigið ein brimgarður, sum var lagdur omaná nøkur av hesum skerunum. Í Oyrunum var Dánjalsstøð, har stóð Svananeystið, sum var neystið hjá Regnabóndanum. Í Svananeystinum stóð Svanurin ( Svanen), eitt áttamannafar, svartur í neðra og reyður í erva. Svanurin var grindabátur, sum Regnabóndin átti saman við øðrum monnum á Toftum. Hetta var eitt dupultneyst, tí bóndin hevði eisini aðrar bátar,
m.a. 6-mannaførini Flid og Arken. Við síðuna av Svananeystinum stóð neystið hjá Nes-Jakku, sum búði inni á Regni og sum var versonur bóndans. Í neystinum hjá Nes-Jakku stóð sjeymannafarið Solo. Solo hevði ein 5-hesta motor av slagnum Solo, og báturin var helst uppkallaður eftir motorinum. Hesi bæði neystini stóðu áleið har, sum syðsti hylurin er í verandi bátahavn. Beint niðanfyri gamla handilin hjá D.P. Højgaard, sum var bygdur í 1904, og sum stendur uppi enn, vóru tvey neyst. Sunnara neystið áttu tey Inni í gerði, og norðara neystið áttu brøðurnir Andreas og Hanus Højgaard ( Brekkhanus). Har stóðu bátarnir Royndin og Stjernen. Hesi bæði neystini stóðu beint norðan fyri Lítlubrúgv, sum var gjørd í 1906. Tá var Dánjal Petur Højgaard, ella D.P, sum hann eisini var nevndur, byrjaður at handla og taka ímóti fiski til turkingar í Oyrunum. Í 1912 var Stórabrúgv gjørd, og er hon til enn í dag (pierurin niðan fyri turkihúsið). Norðan fyri Turkihúsið er Slambraneystið, sum brøðurnir Hendrik og Maggi í Brekkum áttu. Í Slambraneystinum stóð 7-mannafarið Anana, sum brøðurnir áttu.
Teir fyrstu bátarnir, sum hava staðið í neystunum her í Oyrunum, hava sjálvandi verið árabátar, men fyrst í 1900-talinum byrjaðu menn at seta motorar í bátarnar. Helst hava teir í fyrsta lagi nýtt smáar páhangsmotorar. Vit vita t.d., at Gráasteinsmenninir helst hava verið teir fyrstu her á fjørðinum, sum høvdu páhangsmotor. Tíðliga í tíðini hevði Delfinin, annar av bátunum hjá teimum, ein slíkan. Dánjal á Gráasteini, sum var sera hegnigur maður, setti sjálvur motorin saman og festi hann í stokkin nakað aftanfyri lærbekk.
Hesir fyrstu motorarnir vóru ógvuliga smáir og vóru sum oftast bert nýttir sum hjálpartól aftrat árum og segli. Av ti, at menn sjálvandi ikki kendu stórvegis til motorar tá í tíðini, so kundi hetta ofta geva trupulleikar, og fleiri skemtiligar søgur eru eru um, hvussu hetta gekk.
Marius Skaale, keypmaður, keypti sær ein lítlan páhangsmotor tíðliga í tíðini. Tá motorurin ikki var í brúk, stóð hann í handilskjallaranum í einari tunnu, sum var fylt við sjógvi. Av og á for Marius so í kjallaran at starta motorinum til tess at vísa monnum, hvussu hetta apparatið virkaði. Hetta høvdu smádreingirnir fingið við, so einaferð høvdu gavstrikkarnir stoytt grønsápu í tunnuna, uttan at Marius visti av hesum. Tá Marius so einaferð fer í handilskjallaran við nøkrum monnum og setir motorin í tunnuni í gongd, kemur rumbul í, og menn koma bóltandi út gjøgnum hurðina, tá kjallarin byrjar at fyllast við sápuskumi frá páhangaranum, sum snurraði í tunnuni.
Ein onnur skemtilig søga frá hesi tíðini er um Joen Sigvardsen Úti á Heygum, ella Mullajógvan, sum hann var róptur á Toftum. Mullajógvan róði út saman við teimum Uppi á Hamri. Teir hevði júst fingið ein páhangara í bátin og vóru ikki serliga kønur í at handfara hann. Teir fara so til útróðrar, motorurin verður startaður, og siglingin gongur av tí allar besta, men tá teir skulu leggja til miðis eystanfyri, so bar ikki til at leggja stilt, tí teir dugdu ikki at steðga motorinum. Tá skuldi Mullajógvan siga tey kendu orðini: Her eru tvinnir kostir í at velja, antin er at lirka hundin fyri borð, ella at halda á Norrakystina.
Tá eg vaks upp í 50`unum og fyrra parti av 60` unum vóru nógvir bátar í bátahylinum í Oyrunum. Tá var nærum bátur uppá hvørt hús í bygdini. Hetta vóru vanligir føroyskir træbátar, minnist ongan plastikk- ella glasfipurbát frá teirri tíðini. Hesir bátar vóru allir riggaðir til útróður og fiskarí, summir meira og summir minni. Serliga væl minnist eg prýðiligu tíggjumannaførini og seksæringarnar, sum vóru nýttir til útróður í Grønlandi um sumrarnar. Hesir plagdu at liggja í bátahylinum í Oyrunum um veturin. Hetta vóru sanniliga snotilig før.
Her lógu m.a. Sjóguttin hjá Páll uppi á Regni, Sigmundur, sum Hanni og teir hja Sigmundi áttu og Vaðið hjá Ysta. Fleiri av brøðrunum Inni í Króki høvdu eisini bátar, sum vóru nýttir til útróður í Grønlandi. Edgar hevði Eystnes, Esmar hevði Juliu og Hanni hevði Fiskin umftamt Dia, sum hevði Norðbúgvan og Palla, sum hevði Inga. Klæmint uppi á Hamri hevði Hertogan, Johan í Gerðinum hevði Gerðisbátin, og Erling inni í Króki átti bátin við vakra og poetiska navninum Eydnuvón. Minnist serliga væl ta tíðina um várið, tá teir riggaðu bátarnar til at fara til Grønlands. Allir vóru drignir upp á land at verða umvældir og málaðir, og tá liðugt var, var hvør snotiligari enn annar. Tá var altíð nógv fólk og nógv lív í Oyrahavnini.
Bundin er bátleysur maður, sigur eitt gamalt orðatak. Fyri teir gomlu í árabátunum var báturin ein tilverutreyt. Tað vóru ikki allir, sum áttu bát tá í tíðini, men hvør maður hevði fastan sess í báti, og var hetta ein treyt fyri at kunna lívbjarga sær og sínum.
Um ikki heilt á sama hátt sum hjá teimum gomlu, so var báturin eisini ein fortreyt fyri at fáa ársinntøkuna hjá grønlandsfararunum og útróðrarmonnunum her á Toftum í nógv ár. Fór mær ein túr nú ein dagin oman í bátahylin í Oyrunum. Eg taldi meir enn hálvthundrað bátar í hylinum. Av hesum eru 5 ella seks træbátar, meðan restin er glasfipurbátar, og av hesum var helmingurin vælútgjørdir frítíðarbátar ella gardinbátar. Av bátum, sum verða nýttir til útróður burturav, eru bert ein ella tveir eftir. Soleiðis broytist alt í hesum heimi.Vit kunnu siga, at hvørt tíðarskeið hevur sín tørv. Teir gomlu høvdu tørv á bátinum til tess at kunna breyðføða seg og síni. Hesum hevur maðurin í nútíðarfrítíðarbátinum ikki tørv á, hann fær sína ársinntøku á annan hátt. Hinvegin so hevur hann tørv á at sleppa burturúr vanliga gerandislívinum við øllum stressinum, fartelefonunum og larminum eina løtu til tess at løða sálarligu battaríini aftur, og til tess fæst valla nakar betri heilivágur enn at fara ein túr við frítíðarbátinum, og kanska serliga, tá farið verður til bátastevnu á Toftum.
Vælkomin á Bátafestival øll somul.