Í morgun varð tekniska toymið í Nes kommunu boðið til ein góðan drekkamunn á kommunuskrivstovuni, nú tveir starvsfelagar hava verið í starvi í 25 ár.
Jan Petersen, arbeiðsformaður, varð settur í starv á vári í 1996. Kristin Nordendal, arbeiðsmaður, varð settur í starv á heysti sama ár.
Í øll hesi 25 árini hava teir arbeitt saman, oftast lið um lið, altíð í sera góðum samstarvi.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri, segði, at tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri kommununa at hava so trúgv starvsfólk. Gjøgnum eitt langt arbeiðslív hava tit møtt nógvum ymiskum avbjóðingum. Tað er ein stórur fyrimunur fyri kommununa at hava fólk við innliti og royndum, tá ið uppgávurnar skulu loysast.
Borgarstjórin takkaði teimum fyri vælaverk og sera gott samstarv millum ár og dag, fyri trúgva og drúgva tænastu, ynskti teimum framhaldandi blíðan byr og handaði teimum hvør sín málning og blómur.
Málningarnar hevur Jógvan Martin Olsen málað