Í vár samtykti býráðið í Nes kommunu at taka av tilboði frá Innspark um at keypa nýggjan útbúnað til spæliplássini í Tofta skúla og Barnagarðinum á Svangaskarði.
Gjørd er ein heildarætlan fyri útiøkið við skúlan, og í summar varð so fyrsta byggistigið framt í sjálvum skúlagarðinum. Talan er samanlagt um eina sera stóra íløgu, og tí er neyðugt at taka hetta í stigum.
Í Barnagarðinum varð annars byrjað í fjør, og í summar varð so hildið fram. Nú er eisini komin nýggjur útbúnaður til vøggustovuna.
Í fjør varð eisini ein stór íløga gjørd í spæliplássið í nýggja Frítíðarskúlanum. Innspark var eisini veitari.
Við hesum íløgum ynskir býráðið at raðsfesta og stimbra umstøðurnar hjá børnunum, tá ið tey eru uttandura.
Fyrrapartin í gjár var fundur á kommunuskrivstovuni, har Hans Korsgaard, stjóri í Innspark, avhendaði arbeiðini til Súna í Hjøllum, borgarstjóra í Nes kommunu.
Nes kommuna takkar Innspark fyri sera gott samstarv.