Onnur tíðindi

Ingrid Hansen fer úr starvi

Í morgun var hugnalig samkoma í Barnagarðinum á Svangaskarði, nú Ingrid Hansen, námsfrøðingur, fer úr starvi.

Ingrid Hansen starvaðist sum leiðari í Barnagarðinum á Svangaskarði frá 1. januar 2002 til 15. apríl 2008.

Frá 15. august 2011 til nú, hevur Ingrid starvast sum námsfrøðingur í Barnagarðinum á Svangaskarði.

Vegna Nes kommunu takkaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Ingrid Hansen fyri sera gott samstarv,  trúgva og samvitskufulla tænastu í starvinum.

Borgarstjórin handaði henni blómur, ynskti henni framhaldandi blíðan byr og Guðs signing á lívsleiðini.