Bústaðir, Føroya bústaðarfelag, hevur samtykt at byggja 2 íbúðareindir á Toftum við í minsta lagi 16 íbúðum. Umframt leiguíbúðir, metir Bústaðir, at verkætlanin eisini kann innihalda lutaíbúðir.
Íbúðirnar verða bygdar miðskeiðis á Toftum, nakað norðanfyri sambýlið Vesturskin, ella omanfyri Oyrahandilin og bátahylin.
Ætlanin er, at arbeiðið við vegagerð, útgrevstri og planering verður liðugt í mai 2018. Arbeiðið verður boðið út í februar í 2018, og byrjar beinanvegin.
Ætlanin er, at íbúðirnar verða umleið 75 fermetrar til støddar, og møguliga onkur nakað minni. Bústaðir fer at kunnað nærri um íbúðarætlanina tíðliga í komandi ári, tá arbeiðið við fyrireiking og tekning av íbúðunum er liðugt.