Onnur tíðindi

Høgni Hansen, formaður í Trivnaðarnevndini:

Tá ið Frítíðarskúlin hevði opið hús 10. juni, segði Høgni:

Vælkomin í okkara nýggja og umbygda Frítíðarskúla!

Eg havi nú í eina tíð við spenningi fylgt við, hvussu tað hevur gingist við byggingini. Og eg má siga, at nú eg síggi tað endaliga úrslitið, so kann man ikki verða annað enn væl nøgdur.

Tá seinasta bygdaráði bleiv valt, so bleiv tað skjótt klárt fyri okkum, at vit máttu gera okkurt við Frítíðarskúlan, tí hann var blivin ov lítil, og so trongdi  hann til ábøtur.

Nú eru vit so komin hartil, at børnini, bæði tey í frítíðarskúlanum og so børnini í Samspíranum, síðan summarferiuna síðsta ár hava gingið í hesum stásiliga húsinum.

Tá eg vaks upp í 60-70 árunum, vóru nakrir heilt fáir bilar á Toftum, einki sjónvarp, telefon var ikki í hvørjum húsi og sjálvsagt einki internet, so vit børn vóru fyri tað mesta úti og spældu, bæði í fjøru og haga.

Í fjøruni bleiv nógv gjørt av at fanga krabbar. Tá var fjøra, sum vit børn kundu spæla í, líka frá í Viku (tey sum ikki vita hvar í Viku er, so er tað beint sunnanfyri skrelliplássið) og mest sum allan vegin inn til Saltnes. Krabbarnir blivu sum oftast sleptir avstað aftur, stuttleikin var jú at fanga krabbarnar, men ofta tá man fekk stórar krabbar, so bleiv skelin tikin av, reinsað og løgd á oljufýringina. Tá tær høvdu ligið á oljufýringin nakrar dagar, so høvdu tær fingið ein so penan reyðan lit. Vit smádreingir hildu tær vóru øgiliga penar, men ivist í, um mammurnar hildu tað sama, tí nú eg hugsi um tað, so minnist eg ikki at tær vóru  brúkt sum prýði í húsinum.

Eitt annað, sum eg eisini minnist væl frá tí vit vóru smádreingir, var at vit nýttu ferguleguna at sparka á. Eitt mál var beint undir Mattihasa pakkhúsi, og so bleiv spælt grís. Ein var málmaður, og so vóru restin deilt sundur í tveir partar. Tað gekk ofta harðliga fyri seg, tí hvørgin parturin vildi tapa, men illstøða kom ongantíð millum okkum dreingir av tí. Ofta so fór bólturin á sjógv, og um lotið lá av landi, so var bara eitt at gera, og tað var at fara inn í bátahylin at lána sær ein róðrabát, og so rógva eftir bóltinum.

Ofta bleiv sparkað langt út á kvøldið, og fyri at fáa okkum heim, so minnist eg, at bæði mamma og Emma plagdu at fara út í tún og so rópa eftir okkum fyri at fáa okkum heim. Tað bar væl til tá, tí bilarnir vóru fáir, so tað var so mikið friðarligt, at vit hoyrdu væl tá tær róptu. Tað hevði nokk ikki borið til í dag.

Ein vísur maður segði einaferð, at vit verða formað av umhvørvinum, men vit kunna eisini siga, at vit sum fólk  forma umhvørvi. Einki er at ivast í, at vit sum vuksu í 60-70 blivu formaði av umhvørvinum og teimum, vit livdu saman við, men at vit, sum nú eru vaksin, hava eisini formað umhvørvið. Ídag er stórt sæð øll fjøran á Toftum vekk, burtursæð frá fjøruni inni við Rætt, nógv fleiri bilar og  eitt ella fleiri sjónvørp í hvørjum húsi og ein telefon er í hvørjum reyvalumma. So børnini, sum vaksa upp í dag, hava heilt aðrar fortreytir, enn vit, sum vuksu upp í 60-70 unum.

Um vit lesa í okkara bygdasøgu, so síggja vit, at um vit fara aftur til uml. ár 1900, so var nógvur sluppfiskiskapur og nógv av fiskaarbeiði á landi. Tá var tað at fiska mannfólkaarbeið, meðan atknýtta arbeiðið á landi við fiskavasking og fiskaturking var konufólkaarbeiði.

Annar heimsbardagi hevði stóra ávirkan á vinnumynstrið í Føroyum. Arbeiðsloysið var stórt, og tørvurin eftir klippfiski úr Føroyum minkaði munandi.

Føroysku myndugleikarinir, saman við fíggjingarstovnunum, royndu at bøta um støðuna, við at fíggja keyp av nýggjum og meira nýmótans skipum, sum førdu fiskin feskan til flakavirkjini. Hetta gjørdi so tað, at aftur vóru boð eftir kvinnunum. Á Toftum var lønandi arbeiði á Nyki stóran part av árinum. Hetta førdi so við sær, at eingin var heima at ansa børnunum heima. Aldargamla familjumynstrið, har altíð onkur var heima at taka sær børnum og gomlum, flutti í sjeyti- og áttatiárunum frá at vera arbeiði hjá kvinnum heima, til at gerast ein kommunal uppgáva.

Fyrstu tíðina hjálptust fólk í Nes kommuna eins og arðastaðni við privatara barnaansing. Kommunal dagrøkt kom í 1986. Dagrøktin bleiv eftir 30 ár, avloyst av vøggustovu fyri tey 0-3 ára gomlu.

Tilboð er eisini til øll børn í 1-2 flokki at ganga í Frítíðarskúla. Frítíðarskúlin byrjaði í 2001, og hevur hildið til her síðani 2007. Áðrenn tað vóru tey í Missionhúsinum. Eydna hevur verði leiðari øll árini.

Sum sagt so byrjað undanfarna kommunustýrið at tosa um at byggja uppí Frítíðarskúlan, tí hann var blivin ov lítil og ótíðarhóskandi. Í august 2017 bleiv Fuglark bidnir um at gera eitt uppskot og kostnaðarmeting fyri einari uppíbygging suðureftir og at taka garaguna uppí húsi og byggja omaná garaguna.

Tann loysnin bleiv tó slept og eftir nógva og drúgva umrøðu, bleiv í nov. 2018 avgjørt at  útbyggja og dagføra frítíðarskúlan og at flyta flyta skúlabólkin, Samspýrin, í frítíðaskúlan. Tað kom eisini at bøta um í Barnagarðinum, sum eisini var blivin í so trongur.

So bleiv arbeitt víðari við tí, og í juni 2019 komu tilboðini inn uppá arbeiði.

  • Útgrevstur RTS
  • Timburarbeið KBH
  • El arbeið HAD (Hans Arne Davidsen)
  • Gólv Colorama
  • Máling AM máling
  • Sanitet Blikksmiðjan

RTS byrjaði útgrevstin beinanveg, og í des 2019 byrjaðu KBH sítt arbeiði.

Tá man nú bygdi nýtt og dagførdi gamla Frítíðaskúlan, so bleiv nógv tosað um, hvørja loysn man skuldi brúka til at hita húsið. Tilboð blivu heintaði inn uppá ymsar loysnir, og í sept 2019 bleiv avgjørt, at Frítíðarskúlin skuldi hava jarðhita. Tað má sigast at vera ein góð loysn, nú í oljuprísurin er so høgur.

Tá arbeiðið uppá húsið byrjaði at halla í 2021, bleiv tosað um at fyri fáa umstøðurnar so góðar sum gjørligt, bæði hjá starvsfólki og børnum, máttu vit eisini dagføra økið rundan um húsið. Avgjørt bleiv at stoypa garð og tún runt húsið og at fáa planta trø og annað.

Eisini bleiv í jan 2022 tikið av einum tilboði frá Innspark um at gera ein forðabana í útiøki norðanfyri, til børnini at spæla í. Eisini er ein stórur sandkassi gjørdur norðanfyri

Eisini er ætlanin, at kommunan tey næstu árini kemurat seta pening av til uttanum økið.

Eitt er at hava teir fysisku karmarnar í ordan, men uttan góð starvsfólk kann alt gera tað sama. Og her muga vit bara siga, at har eru vit sera heppin, tí vit hava so sera góð og trúgv starvsfólk. Takk skula tit hava takk fyri. Og takk fyri tykkara tol í smb við byggjaríið og tykkara íkast til loysnir fyri at fáa alt so gott sum gjørligt.

Eisini skal tøkk veitast øllum, sum hava veriði við í byggingini, fyri gott og væl úr hondum greitt arbeiði.

 

Eg vil vegna Trivnaðrnevndina í Nes kommunu ynskja tykkum øllum, børnum og starvsfólki alt tað besta, og at tit øll koma at trívast í hesum snotiligum hølunum.

Takk fyri!

 

Høgni Hansen, formaður í Trivnaðarnevndini í Nes kommunu.