Stórmeistarin Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag vann um vikuskiftið í stórum stíli árligu FM-heitini í snartalvi og kviktalvi.
Myndatekstur: Helgi Dam Ziska vinnari og Jóhannus Danielsen borgarstjóri, sum handaði steyp og heiðursmerkir.
Talvsamband Føroya skipaði fyri saman við Tofta Talvfelag, sum hýsti kappingunum. Snarkappingin var fríggjakvøldið, og kvikkappingin leygardagin.
Luttøkan var góð. 28 telvarar snartelvaðu fríggjakvøldið, og 26 kappaðust í kviktelvingini dagin eftir. Toppurin í føroyskum talvi var væl umboðaður. Í mun til heldur sløku umboðanina í útsettu FM-einstaklingakappingini, sum var í Runavík fyri stuttum, var tað gleðiligt at síggja, at mestsum allir topptelvararnir nú vóru við.
Kanska eitt tekin um, at telvarar eru farnir at dáma betur stutttelving heldur enn klassisku langtelvingina?
Kappingin gjørdist ein maktdemonstrasjón hjá Helga Dam Ziska, sum kom, sá og sigraði. Snarkappingina vann hann við fullum stigatali – 11 stig í ellivu umførum. Høgni Egilstoft Nielsen gav honum kortini ein skarpan gang. Høgni vann allar hinar mótstøðumenninar uttan Helga. Innanhýsis talvið teirra millum var tí avgerandi.
Í kvikkappingini var munurin minni. Nú telvaðu Helgi og Høgni javnt sínamillum, men Høgni tapti fyri Olaf Berg. Umframt javnleikin móti Høgna telvaðu Helgi og Martin Poulsen eisini remis.
FM í snartalvi 2020
1 Helgi Dam Ziska, HT 11 stig
2 Høgni Egilstoft Nielsen, ST 10
3 Olaf Berg, HT 8
4 Martin Poulsen, HT 6½
5 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 6½
6 Luitjen A. Apol, HT 6½
7 Sjúrður Thorsteinsson, HT 6½
8 Finnbjørn Vang, KTF 6
9 Carl Eli N. Samuelsen, HT 6
10 Andrias Danielsen, TT 6
Frá vinstru: Jóhannus Danielsen, Høgni E. Nielsen, Helgi D. Ziska og Olaf Berg.
FM í kviktelving 2020
1 Helgi Dam Ziska, HT 8 stig
2 Høgni Egilstoft Nielsen, ST 7½
3 Olaf Berg, HT 6
4 Hans Kristian Simonsen, KT 6
5 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 6
6 Martin Poulsen, HT 6
7 Flóvin M. Tummasarson, KTF 6
8 Margar Berg, HT 5½
9 Eyðun Nolsøe, KTF 5
10 Heðin Gregersen, KTF 5