Nes prestagjald:
Í samband við Várdagarnar fríðkaði Nes kommuna um økið niðri á Nesi, sum nú er vorðið rættuliga hugnaligt. Tí seta vit hvør øðrum stevnu niðri á Neshamri. Hetta til uttandura gudstænastu hvítusunnudag.
Veðurforsagnirnar tykjast góðar. Turt og eitt lítið lot av útnyrðingi.
Aftaná gudstænastuna verður drekkamuður at fáa, umframt at høvi verður at vitja í Gamla prestagarði og í Nes kirkju.
Gudstænastan verður í Nes kirkju, um tað ikki viðrar.
Talvan gongur fyri Føroyska Bíbliufelagið.
Heitt verður á fólk um at hava egna sálmabók við, ella at taka niður sálmabókaappina á telefonina.
Vælkomin øll!