Meðan verkfallið er, er eingin innsavning hjá IRF, og endurnýtskuvirkið í Nes kommunu er eisini stongt. Tí er tað ómetaliga týdningarmikið, at vit øll royna at minka um burturkastnøgdirnar heima við hús.
Her eru nøkur góð ráð:
- Tað er ein sannroynd, at alt ov nógvur matur endar í ruskílatinum. Miða eftir , at so lítið av mati sum gjørligt fer til spillis komandi tíðina.
- Minst til at skilja alt reint papp og pappír í hvíta posan hjá IRF. Minst eisini til at lata serburturkast og elektronikk í reyða posan hjá IRF.
- Samla alt reint, bleytt plast í ein kláran posa. Bint knút á hendan, tá ið hann er fullur, og lat hann í hvíta posan.
- Tøm og skola blikk, dósir, krukkur og gløs. Hesi kunnu latast inn á kommunalu plássini kring landið, tá ið tey lata upp aftur. Tað er eingin orsøk at fylla gráu posarnar við hesum.
- Bint fyri smærru posarnar, áðrenn teir verða latnir í gráa posan. Tað hjálpir væl móti lukti. Bint eisini fyri gráu posarnar, tá ið teir eru fullir.
- Vit mugu øll sum frægast royna at goyma fullu posarnar væl við hús, t.d. í bilhúsi, kjallara ella hjalli.
- Ansa eftir, at fuglur og rotta ikki sleppa fram at posunum