Tørvurin at sleppa lætt í millum býlingarnar í Nes kommunu hevur altíð verið til staðar. Lendið er nógva staðni nokk so bratt, og tí eru vegastrekkini rættuliga lang. Tað er nógva staðni langt at ganga eftir vegnum, tá ferðast skal í millum ymisku býlingarnar.
Gjøgnum tíðina eru fleiri gøtur gjørdar, og Nes kommuna dagførir og víðkar javnan um gøturnar.
Nes kommuna hevur í longri tíð arbeitt við at gera eina gøtu millum býlingarnar Undir Nesinum og í Saltnesi. Fyrr í ár komu lendisloyvini uppá pláss, og í gjárkvøldið samtykti bygdarráðið at fara undir at gera gøtuna.
Tað verður EJ-Maskinur, sum saman við Nes kommunu kemur at gera gøtuna. Arbeiðið byrjar í sept./okt. og kostnaðurin er mettur til kr. 139.000.
Gøtan verður 160 m. lang og 1,5 m breið. Á kortinum niðanfyri sæst, hvar hon kemur at liggja.